Stjórin í einum av størstu handilssamtøkunum í landinum eftirlýsir ein hjálparpakka, sum tekur atlit til aðrar útreiðslur enn starvsfólkalønir.
Lars Müller rekur níggju handlar í SMS í Havn og tríggjar í Saltangará umframt nethandilin skalkur.fo.
Leiðslan í SMS avgjørdi herfyri at steingja Sølumiðstøðina fyri at avmarka smittuvandan við corona.
Allir handlarnir hjá Lars Müller í SMS eru tí stongdir og lata ikki uppaftur fyrr enn eftir páskir. Teir tríggir handlarnir í Saltangará hava framvegis opið.
75% burtur
Hetta hevur havt við sær, at tríggir fjórðingar av inntøkugrundarlagnum knappliga er burtur í Skálkur-samtakinum.
- Í dag selja vit bara 25 prosent av tí, vit vanliga selja í samtakinum, sigur Lars Müller og leggur aftrat, at her hevur nethandilin fingið ein alsamt størri leiklut. Fólk eru farin at bíleggja nógv meira á netinum, eitt nú føðingardagsgávur.
Ein stórur partur av arbeiðsdegnum hjá stjóranum í hesum døgum fer við at koyra vørur út, sum eru bílagdar í nethandlinum. Tey 53 starvsfólkini, sum starvast í handlunum í SMS, eru farin upp í ALS-skipanina, sum er ein partur av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum.
Tollkredittur og aðrar útreiðslur
Hóast hesin parturin av hjálparpakkanum kann brúkast, saknar Lars Müller, at politikararnir taka atlit til, at fyritøkur hava nógvar aðrar útreiðslur enn starvsfólkakostnað.
At fyritøkur sleppa at útseta mvg-gjaldið til í november munar ov lítið. Tað er tollkreditturin, sum er tann stóra avbjóðingin í løtuni.
Hvønn mánað rindar Skálkur-samtakið millum 1 og 1,4 mió. í tollkreditti upp á vørurnar, sum handlarnir innflyta. Ein upphædd, sum knappliga er sera stór, nú handlarnir í einum høggi hava mist 75% av søluni orsakað av corona-tiltøkunum.
- Vit hava roynt at tosa við TAKS og politikararnar um at fáa útsett tollkredittin, men tað tykist sum at tey ikki skilja trupulleikan. Tað eri eg sera vónbrotin av, sigur Lars Müller.
Meira hjálp í Danmark
Hann samanber hjálparpakkan í Føroyum við tann, sum fyritøkur í Danmark fáa.
- Ketan, sum vit eru partur av í Danmark, fær endurgjald fyri 80 prosent av øllum føstum útreiðslum - húsaleigu, telefon, bilar o.s.fr. Í Føroyum fáa vit onki av hesum, staðfestir Lars Müller.
Hann eftirlýsir ein hjálparpakka, ið tekur atlit til føstu útreiðslurnar hjá fyritøkunum, sum til dømis húsaleigu, telefon og bilar.
Hetta skal helst ganga skjótt, tí við verandi støðu ganga ikki nógvar vikur, til vit fáa trupulleikar, sigur Lars Müller, stjóri í Skálkur-samtakinum.