Tað er umráðandi við breiðum semjum um pensjónsnýskipanina, bæði politiskt og millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri jól vórðu broytingar gjørdar í skundi í eftirlønarlógini, AMEG og fólkapensjónini. Umfatandi broytingar, sum ávirka almennu og privatu eftirlønarviðurskiftini hjá øllum føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Nú byrjar stuttleikin umaftur við politiskum markeringum, nú løgtingsfólk viðgerða pensjónsnýskipan sínamillum. Andstøðan leggur upp til, at grundupphæddin skal hækkast aftur, so pensjonistar ikki skulu óttast, at hon verður skerd. Nakað, sum annars varð gjørt beint fyri jól. Tað sýnist sum um, at løgtingslimir ikki geva sær fær um privatu sáttmálaásettu uppsparingina til eftirløn, sum er millum 8 og 17%, og sum allar flestu arbeiðstakarar í Føroyum hava. Undantakið er landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, sum í grein í seinastu viku vísir á, at persónliga uppsparingin skal styrkjast.
Út frá politiska retorikkinum bæði frá andstøðu og samgongu skuldi man trúð, at størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum er at tryggja, at pensjonistar ikki rýma av landinum, tí pensjónsskipanirnar her ikki eru nóg góðar. Men hetta er ein skeivur háttur at hugsa um pensjónsviðurskiftini, trupulleikin liggur eitt heilt annað stað.
Av tí at partarnir á arbeiðsmarknaðinum tíðliga tóku ábyrgdina á seg, sparir meginparturin av løntakarunum í dag eina munandi upphædd upp til egna eftirløn. Hesin partur eigur at verða væl størri, tí vit relativt seint byrjaðu at spara upp til egna eftirløn. Til tað hendir, kann tað vera tørvur á at lofta teimum, sum ikki hava nóg mikið. At gera hetta til ein av teimum størstu samfelagstrupulleikunum vit hava, er tó púra misskilt. Størstu avbjóðingarnar, tá tað snýr seg um pensjón er talið á pensjonistum í mun til arbeiðsvirkin um eini 10-20 ár. Tá verður hetta ein stór avbjóðing fyri haldførið hjá landskassanum.
Tá eingin politikari vil siga tey ópopuleru orðini, má onkur annar gera tað: støðan hjá føroysku pensjónistunum er sum heild slettis ikki so galin. Politikarar eiga tí serliga at leggja seg eftir at loysa haldføristrupulleikarnar, sum broytta fólkasamansetingin viðførir, og tað kann krevja ópopulerar avgerðir, sum t.d. at hækka pensjónsaldurin. Heldur enn at betra um korini hjá øllum pensionistum, kundu politikarar sett sær fyri at hjálpt teimum lutfalsliga fáu pensjonistunum, sum ikki hava eina nøktandi pensjón. Á privata arbeiðsmarknaðinum liggja eftirlønargjøldini sambært sáttmála millum 8 og 17%. Harumframt hevur Landsstýrið hækkað inngjaldið til AMEG, so nú verður goldið 2,25% frá arbeiðstakara og 2,25 % frá arbeiðsgevara inni í grunnin ella tilsamans 4,5%
Pensjonistar, sum hava stríðst eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum, hava uppiborið eina virðiliga eftirløn, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum. Tað eru øll samd um. Men soleiðis er støðan í stóran mun í dag. Føroyska almenna pensjónin er sum heild á hædd við, og enntá í nógvum førum hægri, enn í grannalondunum. Fyri nøkrum fáum árum síðani var eitt álit gjørt um fólkavøkstur og fólkatilflytan. Har var ikki orð tala um, at tað eru aldursbólkarnar 67+, sum er stóra avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum, tá tað snýr seg um fólkavøkstur. Staðfest varð hinvegin, at vælferðargjaldingarnar í Føroyum sum heild eru sera væl við í mun til Norðurlond annars, meðan íbúðarmøguleikarnir tó tørva ábøtur.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta áskoðan, at tað er sera umráðandi, at ein breið politisk semja verður gjørt um eftirlønarøkið sum heild, og at partarnar á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í hetta arbeiðið. Somuleiðis heitir felagið á politisku skipanina um ikki at gloyma privatu eftirlønaruppsparingina, sum er ásett í sáttmálunum, sum er ein tann týdningarmiklasti parturin av eftirlønini.