Skeið í avtalum og útboði

10. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

7. juni 2010 skipar Ráðgevarafelagið saman við FRI og Danske Ark fyri skeiði um avtalur og útboð við støðið í ABR 89.

Ráðgevarafelagið hevði seinasta heyst vitjan av FRI, sum er danska felagið fyri ráðgevandi verkfrøðingar. Í sambandi við vitjanina varð avtalað millum feløgini at skipa fyri førleikamennandi skeiðum fyri føroyskar limir í FRI og Danske Ark umframt Ráðgevarafelagnum. Skeiðið 7. juni er ein liður í hesum samstarvi.
Seinni í vikuni verður skeiðið lýst alment og tað fer at bera til at melda seg til umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya