Skeið í byggiløgfrøði

29. mars. 2010 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Týsdagin 4. mai og mikudagin 5. mai skipar Vinnunám fyri skeiði í byggiløgfrøði á Hotel Føroyum.

Vinnunám er felagsheiti fyri skeið og tiltøk, ið eru fyriskipað av Vinnuhúsinum.
Á skeiðnum verður undirvíst í løgtingslóg um útbjóðing v.m. og avtalugrundarlagnum millum byggiharrar og arbeiðstakarar, ABF06. Greitt verður frá ásetingunum á “vanligum” máli, og kunnað verður um dómar og avgerðir, ið eru knýtt at útbjóðingarlógini og AB92, ið er grundarlagið undir ABF06.
Skeiðið er m.a. ætlað teimum, sum fyrireika ella luttaka í útbjóðingum av byggiverkætlanum. Hetta kunnu t.d. vera starvsfólk í byggifyritøkum, fyrisiting hjá byggiharrum og ráðgevar. Onnur áhuga kunnu eisini takað lut á skeiðnum.
Undirvísari verður Peter Andersen, leiðandi løgfrøðingur í Håndværksrådet, ið fleiri ferðir fyrr hevur hildið skeið í Føroyum.
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 4.900,- hjá teimum, ið eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella undirfeløgum tess. Kostnaðurin fyri onnur er kr. 5.800,-
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Til ber at lesa meira um skeiðið her

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4