Skeið: Marknaðarføringslóg vm.

17. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Skipað verður fyri skeiðið í marknaðarføringsrætti í døgunum 31. mai og 1. juni.

Í oktober 2009 skipaðu føroyski og danski brúkaraumboðsmenninir fyri einum skeiði, sum fevndi um marknaðarføringsøkið í breiðum týdningi. Skeiðið var fult teknað, og hava fólk eftirspurt einum nýggjum skeiði, sum eisini er tillaga til peningastovnarnar.
Í hesum sambandi hava føroyski og danski brúkaraumboðsmenninir, saman við Vinnuhúsinum, sett saman eitt áhugavert tveir-daga skeið.
Skeiðið er serliga ætlað advokatum, løgfrøðingum, marknaðarføringsleiðarum, stjórum og leiðandi bankafólkum/privatkundaráðgevum, sum hava nógv við privatkundar at gera og annars marknaðarføringsábyrgd í peningastovnum. Tó eru øll áhugaði vælkomin at melda seg til.
Skeiðið er góðkent og stiggevandi sambært kunngerð um obligatoriska eftirútbúgving fyri advokatar av Advokatsamfundet.
Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum mánadagin tann 31. mai 2010 og týsdagin 1. juni 2010
Kostnaðurin er kr. 1.500 fyri ein dag. Um man luttekur á báðum døgunum er kostnaðurin kr. 2.500

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya