Rgf

Skeið um burðardyggar veitingar í byggiverkætlanum

08. juli. 2024 | Tiltak | Burðardygd | Ráðgevaravinna

Ráðgevarafelagið skipar tann 16. september 2024 fyri dagsskeiði um burðardyggar veitingar í byggivinnuni.

Í 2022 kom eitt ískoyti til YB um burðardyggar veitingar. Ískoyti er skrivað av Foreningen for Rådgivende Ingeniører (FRI), Danske Arkitektvirksomheder og Byggeherreforeningen. Ískoyti er lagt afturat Ydelsesbeskrivelse for byggeri og Landskab 2018 og Ydelsesbeskrivelse for byggeherrerådgivning 2019, og gevur ráðgevum og byggiharrum eitt sterkari avtalugrundarlag fyri samstarvi um samfelagsliga-, umhvørvisliga- og fíggjarliga burðardygd í byggiverkætlanum. Skeiði er ein gjøll gjøgnumgongd av burðardygga ískoytinum. Fari verður í gjøgnum mannagongdir, hugtøk, avtalur og viðurskifti ið krevja serligt uppmerksemi. Harafturat verður møguleiki fyri at læra hvussu tú á ein munadyggan hátt kanst brúka ískoyti til byggiverkætlanir, so tú er væl íklæddur til at handfara relevantu veitingarnar.

Undirvísarar til skeiði eru Nina Koch-Ørvad og Marlene Hagen Eriksen. Nina Koch-Ørvad er prosjektstjóri hjá Værdibyg og hevur verið við til at orða ítøkiliga ískoyti. Marlene Hagen Eriksen er Sivilverkfrøðingur og hevur verið við í fylgibólkinum fyri menningina av ískoytinum, har hon harumframt hevur royndir við at brúka ískoyti í praksis.

Leinkja til ískoyti er at finna í leinkjuni niðanfyri:

https://www.frinet.dk/vaerktoejer/ydelsesbeskrivelser/tillaeg-om-baeredygtighedsydelser/

Skeiði verður hildi á Panorama, Hafnia og er frá kl. 08.30-15.00 tann 16. September 2024. Kostnaður er 1.950 kr. pr. luttakara, har miðmáli er við í prísinum. Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 12. september 2024.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)