Aliráðstevnan verður fríggjadagin 2. mars á Hotel Føroyum.
Nú nærkast dagurin, tá Aliráðstevnan verður hildin, har fólk í og rundan um alivinnuna hittast at deila vitan og at netverka.
Á skránni í ár eru framløgur við nýggjari vitan um aling og alivinnuna, eins og gjørt verður upp, hvussu føroysk alivinna í farna ári hevur klárað seg í mun til kappingarneytarnar. Eisini verður hugt eftir marknaðarútlitunum komandi tíðina. Skráin fyri Aliráðstevnuna sæst her.
Gev gætur, at smærri broytingar kunnu verða gjørdar í skránni.
Í ár verður veitsluhaldið skipað heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Tá tann fakligi parturin er liðugur, verður stutt eftir matur og undirhald í stóra salinum, har matarstøðir verða settar upp. Talan verður ikki um vanligt borðhald, men verður í staðin skipað soleiðis, at fólk kunnu sita, standa, ella ganga runt at heilsa uppá fólk. Eisini verður ein drúgv skrá við tónleiki og undirhaldi.
Meldast kann til Aliráðstevnuna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, ella við at trýsta her