Billede

Skráin til Aliráðstevnuna 2025

17. februar. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Útlendsku serfrøðingarnir Marius Takvam og Kolbjørn Giskeødegård eru millum framløgufólkini, tá ið avbjóðingar og útlit verða umrødd á árligu Aliráðstevnuni

Aftur í ár skipar Havbúnaðarfelagið fyri árligu og vælumtóktu Aliráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum 28. februar. Á skránni eru áhugaverdar og fjølbroyttar framløgur frá bæði føroyskum og útlendskum serfrøðingum í alivinnuni.

Marius Takvam, granskari á The University of Bergen, fer at leggja fram um avbjóðingar viðvíkjandi nýrunum hjá smolti og laksi. Marius fer at lýsa týdningarmestu váðafaktorarnar, og hvussu tað ber til at tálma avbjóðingini við støði nýggjastu vitanini í lívvirkisfrøði.

Kolbjørn Giskeødegård, ein av fremstu serfrøðingunum í alivinnuni, fer at hava framløgu um framtíðarútlitini fyri laksaaling. Hann fer at umrøða framtíðarútboð av alilaksi næstu 10 árini og geva okkum innlit í nýggja tøkni og alihættir, aling í ymiskum londum og heimspørtum umframt framtíðareftirspurning, marknaðartreytir og nýggj rák.

Harumframt eru spennandi framløgur frá alifyritøkunum á skránni, umframt at framløgur frá Firum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni og øðrum viðkomandi aktørum í alivinnuni eru á skránni.

Sum vant verður gongdin í alivinnuni bæði í Føroyum og altjóða seinasta árið greinað, eins og forsagnir um marknaðargongdina komandi árið verða lagdar fram. Aftur í ár eru tað Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik, sum leggja fram.

Um kvøldið verður sosialt tiltak við borðhaldi og undirhaldi. Í næstum verður endaliga skráin løgd út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Heimleiðsfundur um setanarviðurskifti í handilsvinnuni

    Týsdagin í farnu viku skipaði Handilsvinnufelagið fyri heimleiðsfundi í Vinnuhúsinum

    17. Februar. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0550
  2. CO2-roknarin fyri 2024 er nú tøkur

    Endamálið við CO2-roknaranum er at hjálpa fyritøkum, stovnum og øðrum við at rokna útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi

    17. Februar. 2025 | Burðardygd
    Billede3 (1)
  3. Ferðavinnan vitjaði í Havn

    Hósdagin í farnu viku var Ferðavinnufelagið á økisvitjan í Havn og kunnaði seg um ferðavinnutilboð og møguleikar í høvuðsstaðnum

    17. Februar. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5045