Skráin til Aliráðstevnuna 4. mars

22. februar. 2016 | Tíðindi | Havbúnaður

Skráin til Aliráðstevnuna 2016 er nú klár. Á skránni eru bæði fyrilestrar, sum hava almennan áhuga, og fyrilestar, sum hava meira fakligt innihald.

Øll skráin kann síggjast her og meldast kann til Aliráðstevnuna her.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum varðar av málsøkinum havbúnað, setir Aliráðstevnuna í ár.

Ragnar Nystøyl, stjóri í norska felagnum Kontali analyse, fer at greiða frá um marknaðarútlitini fyri aldan laks og benchmarkar eisini føroyska havbúnaðinum í mun til kappingarneytarnar. Í framhald av hesum fer Rúni Dam frá fyritøkuni Avrik at greiða frá um fiskagoymslur og metingar fyri komandi árið. Bæði Kontali og Avrik eru fastir gestir á Aliráðstevnuni.

Ljóskastarin verður hesaferð settur á russiska marknaðin, tá Bjørn Kunoy, sendimaður á føroysku sendistovuni í Moskva, fer at greiða frá um russiska marknaðin og um virksemið hjá sendistovuni.

Avbjóðingarnar við laksalús seta sítt dám á skránna í ár. Marit Stormoen, djóralækni hjá Marine Harvest, fer at greiða frá um innihaldið í nýggju lúsastrategiini hjá Marine Harvest, og Dr. Paul Midtlyng, djóralækni og eigari av felagnum Aquamedic, fer at hava eina framløgu um tað hann rópar tað norska aliprogrammið fyri resistenta laksalús. Paul Midtlyng hevur fyrr arbeitt hjá ráðgevingarfyritøkuni VESO, og hevði eisini ein leiklut, tá nýggj skipan fyri føroysku alivinnuna varð gjørd beint eftir aldarskiftið. Marit Stormoen hevur eina fortíð í norska Mattilsynet og hevur seinastu árini eisini fingist við gransking, m.a. um laksalús. Marit Stormoen starvast í dag innan global R&D hjá Marine Harvest.

Fleiri føroysk alifeløg hava gjørt og gera framhaldandi stórar íløgur í útbygging av smoltstøðum, so tað ber til at ala størri smolt. Endamálið er m.a. at stytta tíðina sum laksurin er á sjónum, og harvið minka um avbjóðingina við laksalús. Í hesum sambandi fer Sigurd Handeland frá Universitetinum í Bergen at greiða frá um framleiðslu av stórum smoltum, og serliga um týdningin av ljósstýring í hesum sambandi.

Fiskaaling fer at hava tríggjar framløgur á Aliráðstevnuni. Tann fyrsta er um rognkelsini, sum verða nýtt í bardaganum móti laksalúsini. Kirsten Eliasen og Ása Johannesen leggja fram um, hvussu vit fáa sum mest burturúr rognkelsunum í aliringunum.

Næsti fyrilesturin hjá Fiskaaling snýr seg um atferð hjá nót og fiski á harðbalnum økjum. Um aliringar skulu flytast longur út á meira harðbalin øki, er umráðandi at vita, hvussu atferðin hjá nót og fiski ávirkast av hesum. Heðin Abrahamsen og Knud

Simonsen hava eina framløgu um hetta evnið.

Seinasti fyrilesturin hjá Fiskaaling snýr seg um hvussu laksalús spjaðist í Føroyum. Knud Simonsen og Tróndur Kragesten leggja fram nýggj og áhugaverd úrslit um lúsaspjaðing.

Seinasta framløgan á Alirásðtevnuni hevur Rúni Weihe frá Havsbrún, sum hevur granskað í framleiðsluni av laksafóðri. Av og á hoyrist kritikkur av, at tað krevjast stórar nøgdir av marinum rávørum til at framleiða eitt kilo av laksi. Rúni hevur kannað um tað veruliga er soleiðis, og leggur áhugaverdu úrslitini fram á Aliráðstevnuni.

Eins og undanfarin ár endar aliráðstevnan við, at besta úrslit hjá ávíkavist smoltstøðum og alistøðum í farna ári verður kosið.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L