Skráin til Vinnudagin 2009 klár

06. juli. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2009, har Ársins Virki verður kosið, verður fríggjadagin 25. september.

Articon Ársins Virki 2008

Aftur hesuferð eru fleiri áhugaverdir fyrilestrar á skránni, Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin og dagurin endar við veitslu fyri luttakararnar.
Einki serstakt evni er valt hesuferð, men ikki kemst uttanum, at fíggjarligu avbjóðingarnar vit møta í løtuni, merkja skránna.
Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur innan nýskapan og framtíðargransking. Hon fer at hyggja eftir, hvussu fyritøkur í krepputíðum framhaldandi kunnu verða innovativar. Liselotte Lyngsø hevur m.a. verið granskingarleiðari á Instituttet for Fremtidsforskning og er í dag partnari í Future Navigator, sum ráðgevur um framtíðargrundaða hugskotsmenning.
Ragnar Johannesen er løgfrøðingur á stóru bretsku advokatskrivstovuni Herbert Smith. Hann er serfrøðingur innan fígging, serstakliga lánsfígging. Á Vinnudegnum fer hann at tosa um “foreign direct investment”, og hvussu tað kundi verið vanligari í føroyskum vinnulívi.
Thór Sigfússon, búskaparfrøðingur og formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins, fer at tosa um gongdina í Íslandi, og hvussu framtíðarmøguleikarnir eru. Thór Sigfússon hevur verið stjóri í tryggingarfelagnum Sjóvá og hevur eisini verið dagligur stjóri í íslendska Chamber of Commerce.
Páll Isholm, leiðari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, er kendur frá m.a. sendingini Bart út í útvarpinum. Hann fer at geva okkum síni sjónarmið um lærdómin, og hvønn týdning lærdómur hevur fyri menningina av samfelagnum. Umframt starvið á Handilsskúlanum hevur Páll Isholm verið borgarstjóri og bygdaráðslimur í Gøtu kommunu.
Nærri verður lýst um tilmelding og kostnað seinast í august mánaði.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya