Skrásetingin av el-bilum veksur við rúkandi ferð

21. mars. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

El-bilarnar fara at nærkast einum triðingi av skrásettu føroysku pesónbilunum um fimm ár

El-bilarnir fleirfaldaðir eftir fáum árum

Sølan av el-bilum hevur rættiliga tikið dik á seg hesa seinastu tíðina. Fyri 10 árum síðan vóru bert tríggir av umleið 20.000 persónbilunum í Føroyum el-drivnir. Í 2019 vóru el-bilarnir komnir upp á 99, men síðan tá er talið av el-bilum seksfaldað.

Tá vit komu inn í hetta árið vóru 603 el-drivnir persónbilar skrásettir í Føroyum, og tað er framvegis stórur vøkstur í eftirspurninginum og søluni av el-bilum.

Heldur henda gongdin fram, so fara vit at nærkast 10.000 el-bilum um fimm ár, sum fer at svara til næstan ein triðing av samlaða talinum av skrásettum persónbilum í Føroyum.

Tøknilig menning og størri útboð sett fer á søluna av el-bilum

Fremstu orsøkirnar til stóra vøksturin í skrásettum el-bilum eru tøkniliga menningin og skjótt vaksandi útboði av el-bilum hesi seinastu árini. Í 2018 var vanligt við 20 kWt battaríum, men í dag eru flestu battaríini omanfyri 60 kWt. Tað merkir, at flestu el-bilarnir nú koyra millum 300 og 400 kilometrar upp á eina løðing, ella ein tanga, sum vit vildu sagt um bensin og diesel bilarnar.

Fyri fáum árum síðan var sjáldsamt at síggja el-bilar í úrvalinum hjá stóru og kendu bilverksmiðjunum, men hetta er eisini fullkomiliga broytt. Seinastu árini eru alsamt fleiri el-bilar komnir í úrvali, og tað leggjast alla tíðina fleiri el-bilar afturat úrvalinum av nýggjum bilum á marknaðinum.

Stórur tørvur verður á fleiri el-løðistøðum komandi tíðina

Skjótt vaksandi talið av el-bilum fer at seta stór krøv til útbygging av infrakervinum við løðistøðum til el-bilar, kring alt landið, hesa komandi tíðina.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L