Depositphotos 43697107 XL

Skrásetingin av el-bilum veksur við rúkandi ferð

22. mai. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Skrásetingin av el-bilum er næstan tvífaldað hetta seinasta árið

El-bilarnir fleirfaldaðir eftir fáum árum

Sølan av el-bilum hevur rættiliga tikið dik á seg hesa seinastu tíðina. Fyri 10 árum síðan vóru bert tríggir av gott 20.000 persónbilunum í Føroyum el-drivnir. Í 2019 vóru el-bilarnir komnir upp á 99, men síðan tá er talið av el-bilum meira enn ellivufaldað.

Í byrjanini av 2022 vóru 603 el-drivnir persónbilar skrásettir í Føroyum. Tá vit komu inn í hetta árið var talið næstan tvífaldað til 1.106 el-drivnar persónbilar, og tað er framvegis stórur vøkstur í eftirspurninginum og søluni av el-bilum.

Heldur henda gongdin fram, so fer talið av el-bilum at vera umleið 10.000 um fimm ár, og hetta fer at svara til umleið triðingin av samlaða talinum av skrásettum persónbilum í Føroyum.

Tøknilig menning og størri útboð sett fer á søluna av el-bilum

Fremstu orsøkirnar til stóra vøksturin í skrásettum el-bilum eru tøkniliga menningin og skjótt vaksandi útboði av el-bilum hesi seinastu árini. Í 2018 var vanligt við 20 kWt battaríum, men í dag eru flestu battaríini omanfyri 60 kWt. Tað merkir, at flestu el-bilarnir nú koyra millum 300 og 400 kilometrar upp á eina løðing, ella ein tanga, sum vit vildu sagt um bensin og diesel bilarnar.

Fyri fáum árum síðan var sjáldsamt at síggja el-bilar í úrvalinum hjá stóru og kendu bilverksmiðjunum, men hetta er eisini fullkomiliga broytt. Seinastu árini eru alsamt fleiri el-bilar komnir í úrvali, og tað leggjast alla tíðina fleiri el-bilar afturat úrvalinum av nýggjum bilum á marknaðinum.

Stórur tørvur verður á fleiri el-løðistøðum komandi tíðina

Skjótt vaksandi talið av el-bilum fer at seta stór krøv til útbygging av infrakervinum við løðistøðum til el-bilar, kring alt landið, hesa komandi tíðina.

Annað á breddanum

  1. Játtanarkarmarnir mugu seta útreiðslusíðuna í miðdepilin

    Nú játtanarkarmarnir fyri 2026 skjótt verða lagdir fyri Løgtingið, eigur dentur at verða lagdur á afturhaldni á útreiðslusíðuni og á nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran

    11. Mars. 2025
    6W3A0235
  2. Nýtt undirvísingartilfar um burðardygd í byggivinnuni

    Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at undirvísingartilfarið Skills4Reuse nú er tøkt á føroyskum

    10. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Fm Fyri Handverk
  3. Framløgurnar frá Aliráðstevnuni nú tøkar

    Framløgurnar frá Aliráðstevnuni, sum varð hildin í februar, eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

    10. Mars. 2025 | Havbúnaður
    G1A4363