Skrivstovufólk ella samskipari til Vinnuhúsið

07. juni. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum skrivstovufólki og samskipara til Vinnuhúsið. Sum skrivstovufólk og samskipari ert tú akkerið innanhýsis og hevur sera fjølbroyttar uppgávur. Tú situr í móttøkuni og umsitur skrivstovuarbeiði og samskifti í Vinnuhúsinum. Haraftrat luttekur tú í fleiri verkætlanum, har tú millum annað hevur ábyrgdina av at loysa praktiskar uppgávur í sambandi við ráðstevnur og onnur tiltøk.

Hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So eigur tú at søkja hetta starvið í Vinnuhúsinum.

Høvuðsuppgávur

-  Umsita limaviðurskifti, senda rokningar v.m.
- Umsita heimasíðu
- Dagføra sáttmálar og lønartalvur
- Savna inn upplýsingar
- Samskipa tiltøk í samstarvi við onnur
- Umsita móttøkuna, skrivstovuhald og skrivaraarbeiði
- Samskipa innanhýsis mannagongdir í samráð við stjóra og starvsfólk
- Vera ábyrgdarpersónur av CRM-skipanini

Førleikar:

-  Hevur hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- Dugir væl at samskifta á føroyskum
- Hevur góðan telduførleika
- Evnar at fara í smálutir

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við heimasíðuskipanum, hevur kunnleika til arbeiðsmarknaðin og vinnuna umframt dugir væl at samskipa.

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til stjóran Maritu Rasmussen marita@industry.fo ella við at ringja 739909.

Umsókn skal sendast til Vinnuhúsið við telduposti til industry@industry.fo frámerkt “starv”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. juni 2021, kl. 12.00.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya