Skulu vit framhaldandi vera yvir 100 ár afturút?

07. februar. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir greiðar reglur fyri, hvat er galdandi, tá samráðingar endað úrslitaleyst, uttan at verkfall ella verkbann verður lýst.

Viðurskiftini millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini seinastu tíðina vísa týðiliga manglarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Reiðarafelagið góðtók fyri góðari viku síðan eitt semingsuppskot, meðan manningarfeløgini søgdu nei. Hvørgin parturin lýsti tó arbeiðssteðg. Hetta hevði við sær, at nú var gamli sáttmálin uppsagdur, og tí ikki í gildi, men hinvegin var ongun noktað við verkfalli ella verkbanni at fremja arbeiði, sum vanliga var undir sáttmálanum. Hvat skuldi so galda?

Hetta kann sum so vera mikið áhugavert reint arbeiðsrættarliga, men henda støða er ikki haldbar, og kann tíverri koma fyri á øðrum pørtum av føroyska arbeiðsmarknaðinum eisini.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er bygdur upp eftir tí sokallaða danska ella norðurlendska modellinum. Hetta er eitt avtalumodel, sum hevur við sær, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka sær av øllum, sum teirra er. Tað vil siga øllum, sum hevur við beinleiðis viðurskifini millum arbeiðsgevara og løntakara at gera, t.d. løn og onnur gjøld.
Politiska skipanin harafturímóti tekur sær einans av yvirskipaðum viðurskiftum, sum skulu til fyri at ósemjur og stríð á arbeiðsmarknaðinum ikki koma fyri oftari enn neyðugt og ikki skaða samfelagsvirðini meira enn neyðugt.
Í aktuella førinum er talan um, at karmarnir fyri samráðingarnar eru ógreiðir. Í Danmark, sum er tann arbeiðsmarknaðurin, ið vit líkjast mest, eru høvuðsavtalur galdandi á flestu økjum á arbeiðsmarknaðinum. Ein høvuðsavtala setur karmarnar fyri m.a., hvør støðan er, um partarnir ikki koma á mál við sáttmálasamráðingunum. Partur av hesum karmum er, at hóast eingin semja finst, so heldur gamli sáttmálin fram, inntil nýggjur er komin uppá pláss, ella til annar parturin við stríðsstigum hevur noytt hin partin til nýggjan sáttmála (ella at sleppa sáttmálanum). Eisini gevur danska semingslógin semingsmonnum fleiri amboð, soleiðis at sleppast kann undan óhepnum støðum á arbeiðsmarknaðinum líknandi hesari, vit nú síggja.
Føroyska semingslógin er frá 1928 við smávegis broytingum og vit hava bert fáar høvuðsavtalur í Føroyum. Tað er m.a. hetta, sum ger, at manningarfeløgini nú kunnu gera sáttmála við ymsar partar av Reiðarafelagnum hvør sær. Um vit føra trupulleikan uppá land, so svarar hetta til, at eitt fakfelag ger sáttmála við einstakar arbeiðsgevarar ein og ein, og hetta er sera óheppið.
Manningarfeløgini og Reiðarafeløgini eru sostatt komin í somu støðu, sum arbeiðsgevarar og løntakarar í Danmark vóru í fyri gott 100 árum síðani. Har endaði tað eftir drúgt stríð við eini skipan, sum báðar síðir á arbeiðsmarknaðinum kundu góðtaka, og sum eisini samfelagið kundi góðtaka – tað sokallaða danska modellið. Hetta var ein avbjóðing fyri arbeiðsgevarar, løntakarar og politikarar, og hesa avbjóðing hava vit eisini í Føroyum í dag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir greiðari arbeiðsmarknaðarreglur, og vit vilja gera okkara fyri at fáa hetta at eydnast. Eru eisini føroysku fakfeløgini og samfelagið annars nóg búgvin til hetta? Ella skulu vit áhaldandi liva við vandanum fyri at vera send 100 ár aftur í tíðina?

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L