Skulu vit halda fram at mala í ring?

30. august. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Skráin til Vinnudagin, sum verður 1. oktober, er nú klár

Nú má broyting koma í! Tí spyr Føroya Arbeiðsgevarafelag hendan spurning á Vinnudegnum hin 1. oktober 2010. Latið okkum seta sjøtul á kjakið, og latið okkum gera tað á Vinnudegnum, har føroysk vinna møtist. Tá verður høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið, áhugaverdir fyrilestrar og sum nakað nýtt eitt spennandi kjak um støðuna í Føroyum í dag.
Fyrilestrahaldarar verða Guðrið Weihe, ráðgevi innan alment-privat samstarv hjá COWI, Jørgen M. Clausen, nevndarformaður í Danfoss og Jamie Andrew, fjallaklintrari við ein serligari søgu.
Kjakið hava vit sett á skránna fyri at fáa sett orð á nøkur av teimum viðurskiftum, sum vit meta eru ein trupulleiki í samfelagnum, sum vit virka í, og sum forða fyri menning av føroyska samfelagnum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya