Smærri fyritøkur kunnu frávelja grannskoðan

19. januar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyri at lætta um byrðarnar hjá íverksetarum eru skyldurnar í vinnulóggávuni mótvegis íverksetarum og smærri virkjum gjørdar lagaligari.

Smærri virkir og íverksetarar sleppa, við heimild í nýggju ársroknskaparlógini, sum varð sett í gildi 1. januar 2009, undan grannskoðaraskyldu. Í samljóði við vinnupolitikkin er í nýggju ársroknskaparlógini staðfest, at feløg, sum tvey fylgjand roknskaparár, ikki fara uppum tvær av hesum støddum:
1)      Javni 0,75 mió. kr.
2)      Nettoumsetningur á 1,5 mió kr.
3)      Starvsfólkatal gjøgnum árið 12 ella færri
hava ikki skyldu at grannskoða ársroknskap sín (er galdandi fyri roknskaparár 2009 og frameftir). Eisini ber til at stovna eitt felag uttan at velja grannskoðara, um mett verður at omanfyri standandi treytir eru uppfyltar. Hetta er tó ikki galdandi fyri móðurfeløg.
Hvussu skulu feløg fyrihalda seg?
Ynskja feløg at velja grannskoðan frá, skal hetta gerast á vanligum aðalfundi (ikki á eykaaðalfundi). Aðalfundurin skal samtykkja at komandi ársroknskapur, ikki skal verða grannskoðaður. Støða skal takast til hetta á aðalfundi á hvørjum ári.
Samtyktin um frával av grannskoðara skal standa í ársroknskapinum undir leiðsluátekningini hvørt ár. Eisini skulu viðtøkurnar broytast samsvarandi og skal hetta fráboðast Skrásetingini sum vanlig fráboðan.
Hendan orðing kann nýtast um felagið ikki ynskir grannskoðara
Hendan orðing kann nýtast í ársroknskapinum um aðalfundurin hevur avgjørt ikki at nýta grannskoðara:
“Vísandi til ársroknskaparlógina § 10a, er avgjørt ikki at velja grannskoðara fyri roknskaparárið 20xx.
Meira fæst at vita frá Skráseting Føroya á telefon 356010.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025