SMJ: Haldið fast um byggiverkætlanirnar

20. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað er óheppið, at tað almenna útsetir byggiverkætlanir, tí hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði byggivinnu og búskap, sigur Árni Jakobsen, stjóri í SMJ.

SMJ er eitt ráðgevandi verkfrøðingavirki, sum ráðgevur innan tekniska ráðgeving eitt nú orku, umhvørvi, el og stýringar, alivinnu, brunatrygd og verkætlanarleiðslu.

Felagið hevur deildir í Havn, Klaksvík og Nuuk.

Enn er gongd í

Coronasmittan hevur enn ikki havt stórvegis avleiðingar fyri dagliga virksemið hjá SMJ. Nógvar uppgávur eru í gongd, og tey 38 starvsfólkini hava nóg mikið at gera.

Enn í hvussu er.

Men skulu starvsfólkini hjá SMJ og føroyska byggivinnan framhaldandi hava gongd í hjólunum, er tað av alstórum týdningi, at myndugleikarnir halda gongd í ætlaðum virksemi, sigur stjórin í SMJ, Árni Jakobsen.

- Vit hava upplivað í seinastuni, at almennar byggiverkætlanir verða útsettar. Til dømis hevur Vága Floghavn boðað frá, at útbygging av farstøðini er útsett, og útbygging av skúlanum á Giljanesi er eisini útsett. Vit hava eisini hoyrt um, at aðrar verkætlanir helst verða útsettar.

Eisini verða byggiverkætlanir seinkaðar, tí løgtingið vegna corona ikki fær arbeitt, sum tað skal. Hetta ávirkar millum annað H-bygningin á Landssjúkrahúsinum og Miðnámsskúlan á Kambsdali.

Harumframt eru eisini privatar verkætlanir sleptar ella útsettar.

Vandamikið um eina tíð

At halda fast í byggiverkætlanum er eitt gylt høvi at hava nógv fólk til arbeiðis.

- Hetta ávirkar kanska ikki dagin her og nú, men um eina tíð kunnu avleiðingarnar fara at merkjast, sigur Árni Jakobsen.

Hann vísir á, at privatar verkætlanir steðga skjótari, tá ein kreppa hóttir, og tí er tað sera umráðandi, at tað almenna heldur fast.

Árni Jakobsen mælir staðiliga til, at tað almenna varðveitir tær byggiætlanir, sum eru settar út í kortið. Verða tær avlýstar ella útsettar, kann hetta fáa víðfevndar avleiðingar fyri byggivinnuna og kann breiða seg til allan búskapin.

Útheimurin ávirkar

Stjórin í SMJ væntar, at virksemið í føroysku vinnuni fer at minka orsakað av corona, tí vit eru bundin at útlendsku marknaðunum. Og í nógvum londum er gerandisdagurin steðgaður upp.

- Um vit hyggja at útheiminum, so sær tað álvarsligt út. Vit kunnu vænta, at hetta fer at ávirka eftirspurningin eftir vørum úr Føroyum, sum so aftur ávirkar restina av vinnulívinum.

Gott og ringt við skermi

Corona hevur ávirkað vanliga arbeiðsdagin í SMJ. Starvsfólkini hava í stóran mun arbeitt heimanífrá hesa tíðina.

Seinastu 2-3 árini hevur fyritøkan lagt dent á at gera tað møguligt at arbeiða heimanífrá, haðani tey við VPN-skipan hava atgongd til servaran. Hetta kemur væl við nú, staðfestir Árni Jakobsen.

Eftirlitsvitjanirnar á byggiplássum eru sum so ongin trupulleiki, tí tær kunnu væl gerast við frástøðu millum fólkini.

Fundir við viðskiftafólk verða skipaðir sum videofundir, og tað sama er við fundum millum starvsfólkini.

Frástøðan er tó ein avbjóðing bæði hjá starvsfólki og stjóra.

- Eftir 3-4 vikur heima minkar motivatiónin hjá starvsfólkunum. Fólk eru jú sosial og hava brúk fyri dagliga samskiftinum og sambandinum á arbeiðsplássinum. Sum leiðsla er tað eisini truplari at stýra og leggja til rættis, tá mesta samskiftið er umvegis telduskermin, sigur Árni Jakobsen.

Hann heldur tó, at hendan broytingartíðin hevur helst eisini lært okkum okkurt. Hetta er eitt upplagt høvi hjá arbeiðsplássum at læra aðrar samstarvshættir og at gera tingini øðvísi.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L