Smyril Line vunnið sak móti 3F

31. oktober. 2011 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Danski arbeiðsrætturin segði hósdagin í farnu viku dóm í málinum millum Smyril Line og danska fakfelagið 3F.

Málið snýr seg um, at 3F hevði fráboðað eitt verkfall, so Norrøna ikki kundi leggja at í Hirtshals, um Smyril Line noktaði at undirskriva ein sáttmála, sum hevði havt við sær, at havnaarbeiðarar úr landi surra og tryggja farmin umborð á Norrønu. Hetta arbeiði verður í dag gjørt av manningini, og Smyril Line helt fast við, at soleiðis skuldi tað framhaldandi verða, og at verkfallið var ólógligt.
Smyril Line vísti á, at manningin umborð á Norrønu longu er fevnd av sáttmálanum millum Reiðarafelagið fyri Farmskap og Føroya Fiskimannafelag. Eitt danskt fakfelag kann tí ikki krevja, at arbeiði umborð av Norrøna skal gerast av limum í donskum fakfelag, í hesum førinum 3F, og at sáttmáli skal gerast fyri økið.
Eisini vísti Smyril Line á, at tað hevur alstóran týdning fyri trygdina, at farmur er surraður og tryggjaður rætt, og at hetta tí skal hoyra undir ábyrgdarøkið hjá skiparanum. Hini reiðaríini, sum leggja at í Hirtshals, nýta somuleiðis sína egnu manning til hetta arbeiðið.
Danski arbeiðsrætturin gav Smyril Line viðhald. Dómurin sigur, at Smyril Line hevði rætt til at nokta at skriva undir sáttmála við 3F, sum fevnir um, at surring og trygging umborð á Norrønu skuldi gerast av havnaarbeiðarum úr landi.
Verkfallið, sum 3F hevði fráboðað, var sostatt ólógligt.
Kontakt:  Annfinn V. Hansen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, tel. 239590

Annað á breddanum

  1. Føroya Handverksmeistarafelag: Lisitatiónslógin er ein styrki, ikki ein forðing

    Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

    04. Juli. 2024 | Handverk og ídnaður
    Vinnuhusi 4991
  2. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  3. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024