Søk um stuðul til ferðavinnumenning

27. mai. 2019 | Tíðindi | Ferðavinna

Visit Faroe Islands lýsir við møguleikanum at søkja stuðul til ferðavinnumenning. Freistin at søkja er 3. juni.

Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnu, ið stuðla menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Stuðulin verður latin til at seta nýggj góðskutilboð og átøk innan ferðavinnu í verk.

Tað ber tó ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.

Øll hava møguleika at søkja um stuðul, um treytirnar eru loknar, tað verði seg einstaklingar, fyritøkur ella felagsskapir. Sí meira um treytirnar á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Umsókn skal sendast Visit Faroe Islands í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar. Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juni.

Umsóknarblað, meira kunning um stuðulsskipanina og vegleiðing um treytir o.a. er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

https://visitfaroeislands.com/vinna/menning/studul-til-ferdavinnumenning/

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl