Handil
Handilsvinnufelagið

SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út

04. november. 2024 | Tíðindi | Handilsvinna

Kennur tú søguna um fyrsta kjøthandilin, hattahandilin hjá Minu Mortensen Wilhelm, havnakioskina hjá Bil-Óla, kioskina hjá Kathrinu Ziska, SMS og stóru heilsølurnar? Hetta eru bert nakrar av teimum fyritøkunum, ið verða viðgjørdar í nýggju bókini sum Handilsvinnufelagið gevur út 14. november

Bókin Søgan um handlarnar verður løgd fram í Vinnuhúsinum hósdagin 14. novembur kl. 15.00. Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bókina eftir umbøn frá Handilsvinnufelagnum. Eftir 14. november verður bókin til keyps í bókabúðunum kring landi.

Handilssøgan byrjar við at lýsa umstøðurnar undir einahandlinum og broytingina, eftir at fríhandil kom 1. januar 1856, tá ið vit fingu nakrar stórar meginhandlar og sum frá leið eina rúgvu av atknýttum bygdahandlum. Nærum allir teir fyrstu handlarnir vóru grundaðir á fiskakeyp og fiskaturking og eitt nú troyggjur, men teir seldu sjálvandi eisini vanligar neyðsynjarvørur.

Talið á handlum vaks, so hvørt pengar komu í umfar, samstundis sum mynstrið og vøruúrvalið gjørdist fjølbroyttari. Eitt skifti frá umleið 1890 til umleið 1920 høvdu fleiri handlar bæði vinnuliga fiskaturking og vanliga smásølu. So líðandi løgdust handlar aftrat, ið loystu seg frá fiskivinnuni, og sum á ymsan hátt nøktaðu tørvin hjá fólki at útvega sær vørur. Umframt matvøruhandlar fingu vit eitt nú bakarí, skóbúðir, klædnahandlar, bókahandlar, blómuhandlar, møblahandlar, tubbakshandlar og sápuhús.

Tá ið handlar sum frá leið loystu seg frá teimum stóru meginhandlunum, fingu vit í eitt hundrað ára skeið eina rúgvu av smáum og miðalstórum handlum. Men seinastu 30 árini er ein miðsavning farin fram, og talið á smáhandlum er støðugt minkað. Í 2024 hava vit á sama hátt sum fyri 150 árum síðani  fýra-fimm stórar meginhandlar, sum á ymiskan hátt hava sínar „úthandlar“ ella samstarvsdeildir í bygdunum kring landið.

Helgi Jacobsen lýsir fleiri ymisk tíðarrák í handilssøguni. Ein broyting hendi, tá Føroya Keypmannafelag varð stovnað í 1912, tí ógreiða var millum føroyskar reiðarar um eina vrakaralóg, sum Løgtingið hevði samtykt. Nakrir av fremstu handilsmonnunum komu saman í tinghúsinum 9. mai 1912 at umrøða tey ivamál, ið nýggja lógin reisti. Amtmaðurin skeyt upp at stovna eitt keypmannafelag. Hesum var undirtøka fyri, og Føroya Keypmannafelag var stovnað sama dag.

Tað var somuleiðis ávirkan uttanífrá, ið førdi til, at Havnar Detailhandlarafelag varð stovnað í 1932. Handilsmenn kendu seg hóttar av nýstovnaðum keypssamtøkum – brúksfeløgum. Óttin var serliga í Havn, har tvey slík samtøk vóru stovnað í 1932, Brugsforeningen Baldur og Brúksfelagið Samvirkið.

Í viðtøkunum hjá Havnar Detailhandlarafelag stendur, at felagið umboðaði trý sløg av handlum: matvøruhandlar, klædnahandlar og í triðja lagi aðrar handlar. Aðrir handlar vóru eitt nú búnýtishandlar, málingahandlar og bókahandlar. Av tí at Detailhandlarafelagið er grundarlag fyri bókini, eru tað mest hesir handlarnir, ið eru umrøddir. Annars ber til at siga, at stórt sæð alt innan handilsskap verður umrøtt í bókini.

Á framløguni fer Helgi Jacobsen at greiða frá innihaldinum í bókini, og eisini fer Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur og professari, at hugleiða um handlar.

Søgan um handlarnar er 335 síður við 290 myndum. Eisini er hentur leitorðalisti aftast í bókini.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L