Sólarmyrking og ferðavinna

10. mars. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við at tað nú er um at vera júst eitt ár til sólarmyrkingina í 2015, skipar Ferðavinnufelagið fyri einum felags tiltaki fyri alla ferðavinnuna á Hotel Hafnia t. 21. mars.

Byrjað verður við fyrilestrum kl. 16, og síðani verður farið beinleiðis til veitsluborðhaldið kl. 19.30. Millum fyrilestrahaldararnar verður avstralska Kate Russo, sum sjálv er sólarmyrkingarjagari. Hon fer at tosa um fyrimunir og avbjóðingar, ið standast av eini sólarmyrking sæð úr einum ferðavinnuligum sjónarhorni. Eisini fer Niclas Heri Jákupsson at hava ein fyrilestur um lívsgleði og sølu.

“Sólarmyrking og ferðavinna” hevur til endamáls at samansjóða vinnuna og at geva luttakarum høvi til at savna seg um sólarmyrkingina og viðgera møguleikar og avbjóðingar, ið standast av eini tílíkari serstakari hending um okkara leiðir. Nærri kunning um prísir og tilmelding fæst við at venda sær til skrivaran í Ferðavinnufelagnum (birita@industry.fo, tel. 739911).

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya