Sosialir klausular skaða meira enn teir gagna

20. juni. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta sigur Dansk Arbejdsgiverforening í viðmerking til danska undirvísingarmálaráðharran Troels Lund Poulsen. Hesin hevur víst á, at danskar fyritøkur skulu upprættað praktikpláss, tá tær hava stórar almennar uppgávur. Líknandi uppskot hevur eisini verið frammi á Tingi fyrr í ár.

Leiðandi ráðgevi í DA sigur, at ”nýtslan av sosialum klausulum fer ikki at fáa fleiri praktikpláss sett á stovn. Tvørturímóti.
Undirvísingarmálaráðharrin vil gera sosialt virksemi til nakað, sum fyritøkurnar eru tvungnar til. Tað kann fáa fyritøkuna at uppgeva tað frívilliga virksemi og miðsavna seg um tað tvungna. Tað sosiala virksemi fer við hesum at flyta seg frá teimum økjum, sum virka natúrlig fyri fyritøkuna, til tey økir, sum tað er politiskt og fjølmiðlafokus á í almenna geiranum.
Tá frívillugt sosialt virksemi verður býtt við tvungið sosialt virksemi, er tað meiri sannlíkt, at tað gevur minni heldur enn meira pláss í fyritøkunum fyri persónum við serligum tørvi. Kanningar frá SFI, Det Nationale Forskningscenter for Velfærd, vísa t.d., at tað í dag eru umleið 400.000 við niðursettum arbeiðsevnum í starvi til vanligar treytir.
Um tað almenna vil stýra, hvør starvsfólk skulu setast, stýrir tað almenna eisini, hvør ikki skal setast. Er undirvísingarmálaráðharrin eisini klárur at taka ábyrgd av, at t.d. liðugt útbúgvin ikki fáa eitt fast starv, tí at tað skal gerast pláss til eyka lærlingar?
Lærlingarnir skulu vita, at teir hava eitt praktikpláss, tí fyritøkan hevur brúk fyri teimum – ikki tí fyritøkan skal liva upp til ein sosialan klausul.
Okkum tørvar ikki ”kvotulærlingar”, sum bara gera nýbyggingar hjá tí almenna dýrari og tyngri at stýra.”
Kelda: www.da.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya