“Sparingin” er ikki ókeypis

02. februar. 2009 | Áskoðan

Í okkara nærmasta grannalandi fyri vestan valdar búskaparlig undantaksstøða. Íslendski búskapurin liggur í andaleypi, verkætlanir steðga upp og arbeiðsloysið veksur alsamt. Samstundis er virðið á íslendsku krónuni í botni, men hetta kann eisini hava sínar fyrimunir. Sjálvsagt verður torførari at afturgjalda skuld í útlendskum gjaldoyra og innflutningur av vørum og tænastum gerst dýrari. Samstundis gerast íslendskar vørur og tænastur tó betri kappingarførar, bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum. Væntaða avleiðingin av hesum er, at íslendski innflutningurin minkar og at útflutningurin økist. Hetta fær væntandi jaliga ávirkan á íslendska gjaldsjavnan og íslendska búskapin sum heild.

Á fleiri útlendskum marknaðum eru vit í kapping við íslendskar fyritøkur. Hetta er serliga galdandi fyri sølu av fiskavørum, har íslendskar fyritøkur kunnu lækka prísir í t.d. EUR ella USD munandi og kortini fáa líka nógv burturúr í íslendskum gjaldoyra. Hetta er sjálvsagt óheppið fyri kappingarførið hjá føroyskum útflutningi.
Men eisini heima hjá okkum sjálvum verða vit ávirkað av íslendsku undantaksstøðuni.
Eins og onnur lond kunnu Føroyar nú keypa íslendskar vørur og tænastur fyri munandi lægri prís, enn áðrenn íslendski búskapurin rapaði. Tað vil siga, at prísurin í íslendskum krónum er tann sami, men at tað skulu færri av okkara krónum til at gjalda henda prís.
Eitt dømi, sum hevur fingið nógva umrøðu síðstu vikurnar, er arbeiðið at gera nýggjan klimaskerm á Landssjúkrahúsinum. Hetta arbeiði varð boðið út í almennari útbjóðing, og úrslitið varð, at lægsta føroyska boðið var góðar 6 mió. kr. hægri enn tað lægsta íslendska boði. Ein munur á góð 20%, ið mest sannlíkt er grundaður í sera ymisku lønarútreiðslunum hjá føroysku og íslendsku fyritøkunum. – Av tingsins røðarapalli hava bæði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri og Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri fegnast um hesa “sparing” uppá 6 mió. kr.– Aðrar útbjóðingar hava eisini verið, har íslendskar fyritøkur hava havt nógv lægsta boð, og tað fara tær sjálvsagt eisini at hava í øllum øðrum útbjóðingum, so leingi sum búskaparliga undantaksstøðan í Íslandi stendur við. Jørgen Niclasen og Jóannes Eidesgaard, og kanska onnur við, hava tí nógv at gleða seg til, tí tað verða helst fleiri ferðir 6 mió. kr., ið verða “spardar”, tá ið øll tey arbeiðsskapandi tiltøkini, ið samgongan ætlar at fremja fyri at taka broddin av búskaparligu niðurgongdini í Føroyum, eru boðin út og vunnin av íslendskum fyritøkum.
Roknast kann tó ikki við, at “sparingin” verður ókeypis fyri tað føroyska samfelagið. Íslendska lønarlagið er í sær sjálvum lægri enn tað føroyska og tá hædd verður tikin fyri gjaldoyrakursinum liggur tað púra greitt, at eingin føroysk fyritøka longur hevur møguleika at luttaka í kappingini – um tað framvegis kann kallast so. Avleiðingin verður, at tað verða fá ella eingi størv til føroyskar handverkar og arbeiðarar í føroyskari byggi- og handverksvinnu. Til samanberingar hava lønargjaldingarnar í byggivinnuni tey síðstu árini ligið um eina hálva milliard. Hetta merkir samstundis, at føroyskar fyritøkur, ið hava vunnið sær royndir og førleikar at taka sær av høvuðs- og undirveitingum í sambandi við stórar verkætlanir, ikki megna at hava dugnaligu fólkini í starvi, og virkir og vitan verða harvið upployst. – Tá vil onkur helst siga, at føroyska samfelagið hevur goldið ein høgan prís fyri “sparingina”, og spyrjast kann av røttum, hvat endamálið var við arbeiðsskapandi átøkunum, ið vórðu sett á fíggjarlógina fyri 2009, og sum skuldu halda samfelagshjólunum malandi komandi tíðina.
Tey, ið hildu at endamálið var at skapa arbeiði til føroyskar fyritøkur og føroyska arbeiðsmegi, síggja so tíverri út til at hava mistikið seg.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L