Klára Føroyar at kappast við útheimin? Hvussu eru vit fyri, tá tað kemur til nýskapan, hægri útbúgving og vinnuligt framkomni? Hetta og meira viðger nýggj frágreiðing, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur fram á Vinnudegnum fríggjadagin 15. september.
Frágreiðingin um kappingarføri Føroya samanber ymisk viðurskifti, eitt nú infrakervi, stovnar, makrobúskap, tøkni, arbeiðsmarknað, heilsu og fólkaskúla. Úrslitið vísir, hvussu Føroyar standa seg í altjóða høpi, men eisini hvørjar størstu forðingarnar eru fyri føroyskt vinnulív.
Talan er um eina samanberandi greining, ið er gjørd eftir leistinum, sum World Economic Forum brúkar til árligu “Global Competitiveness Report”. Vinnumálaráðið gjørdi somu frágreiðing í 2009, og tí ber til at samanbera úrslitini í 2009 við úrslitini í 2017.
Tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Við støði í úrslitunum av frágreiðingini fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja fram tilmæli um, hvørji átøk kunnu styrkja um føroyska kappingarføri, so vit gerast enn betri í altjóða kappingini.
(Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess kunnu nú melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 28. august, fáa luttøkuna til ein serligan prís. Mánadagin 28. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2017. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 13. september 2017.)