Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2011

05. september. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2011 undir heitinum Sterkt vinnulív – Sterkt samfelag bjóðar tríggjar spennandi fyrilestrar, sum á ymsan hátt liggja innanfyri hetta evni.

At viðgera týdningin, sum leiðslan hevur á úrslitið hjá fyritøkuni, hava vit fingið íran Deiric McCann frá ráðgevingarfyritøkuni Profiles International, sum hevur drúgvar royndir innan øki. Hann hevur síðan 1982 havt ymisk leiðandi størv, og hevur síðan 1998 verið ein av stjórunum í Profiles International – fyrst í írsku deildini og síðani altjóða. Umframt hetta hevur hann eisini skriva fleiri bøkur og greinar um leiðslu og marknaðarføring. Heiti á hansara fyrilestri er The Charismatic Leader – Raising Productivity & Profitability.
Lofotprodukt er eitt fiskavirki, sum eftir at vera farið á húsagang bert var afturlatið eitt vikuskifti, áðrenn tað opnaði aftur við nýggjum eigarum, og við Sigvald Rist sum stjóra. Framleiðslan á virkinum er siðbundin, men við at leggja dent á betri marknaðarføring og profilering av virki og vøru, fekst gongd á virki. Lofotprodukt er ein søga um eina væleydnaða verkætlan, sum eisini hevur fingið fleiri viðurkenningar í Noregi. Undir heitinum Ny suksess på gammel tradisjon fer Sigvald Rist á Vinnudegnum at siga okkum hesa søgu.
Føroyska Juanna Schrøter Joensen er Ph.D. í búskaparfrøði frá Århus Universitet í 2007 og starvast nú sum adjunktur á Handelshögskolan i Stockholm. Hon fer í sínum fyrilestri, Eitt sterkt vinnulív – týdningurin fyri samfelagið, at hyggja eftir, hvønn týdning eitt sterkt vinnulív hevur fyri tað nútímans samfelag, vit hava.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya