Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2012

03. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2012 undir heitinum Heimamarknaður - heimsmarknaður bjóðar tríggjar spennandi fyrilestrar, sum á ymsan hátt liggja innanfyri hetta evnið.

At viðgera, hvussu lítlar og stórar fyritøkur yvirliva í altjóða kapping og heimskreppum, hava vit fingið kenda danska vinnulívsmannin Asger Aamund. Fyrilesturin tekur støði í fíggjarkreppuni og teimum fylgjandi nationalu skuldarkreppunum og avleiðingunum fyri vinnulívið. Asger Aamund hyggir eftir megin rákunum í tí búskaparligu og politisku gongdini, og eftir hvat samfelag, fyritøka og leiðari skulu gera fyri at gerast vinnarar í einum alt harðari kappingarumhvørvi, har bert tey best egnaðu yvirliva.

Grønland verður væntandi eitt av stórur vakstrarøkjunum her í okkara grannalag. Hvussu eru útlitini fyri komandi tíðirnar, og hvussu eru møguleikarnir at koma inn á grønlendska marknaðin? Hetta verður grundarlagið undir fyrilestrinum hjá Jóannesi Niclassen. Hugt verður eisini eftir grønlendskum fyritøkum í mun til útlendskar fyritøkur, og samanspælinum millum vinnu og myndugleikar.

Ragnar Joensen var inntil februar 2011 stjóri í Marine Harvest Føroyar. Hann skifti tá til at gerast stjóri í Marine Harvest Norway, sum fevnir um alt alivirksemi hjá felagnum í Noregi. Hann hevur sosatt royndir innan føroyskt vinnulív, innan norskt og altjóða vinnulív. Á Vinnudegnum samanber Ragnar Joensen royndir og møguleikar - úti og heima.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya