Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2013

19. august. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Um ein góðan mánað verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2013.

Føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugaði fáa møguleika at hoyra spennandi fyrilestrar við forstjóranum í Havyard Group, Geir Johan Bakke, forstjóranum í Toms Gruppen, Jesper Møller, og við CSR-serfrøðinginum í Grønlands Arbejdsgiverforening, Anita Hoffer.
Afturat hesum spennandi fyrilestrahaldarunum verður eisini kjakið, sum vit vænta verður eins væl eydnað og undanfarin ár.
Frá í morgin, týsdegnum 20. august, ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 27. september. Limir, sum melda til áðrenn 1. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Mánadagin 2. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2013. Tá verður eisini skráin til dagin almenn.
Tilmeldingarfreistin er 25. september 2013.
Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2013.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya