Møguleiki verður fyri at hoyra tríggjar áhugaverdar fyrilestrar í Norðurlandahúsinum hin 27. september.
Jesper Møller stendur á odda fyri stóru donsku fyritøkuni Toms Gruppen, sum m.a. fevnir um merkini Anthon Berg, Ga-Jol, Toms, og Galle&Jessen. Hann hevur verið partur av Toms Gruppen síðan 2004 og hevur hesa tíðina megnað at venda einum undirskotið til yvirskot. Tey 1.200 starvsfólkini á fyritøkuni framleiða árliga uml. 35.000 t av sukurvørum á virkjum í Danmark, Svøríki, Týsklandi og Póllandi. Jesper Møller fer á Vinnudegnum at halda fyrilestur um menningina av kappingarstyrkini hjá fyritøkuni, har atlit verður tikið til bæði tað siðbundna og tað nýggja.
Forstjórin í Hayyard Group, Geir Johan Bakke, fer á Vinnudegnum at greiða okkum frá norska martima tyssinum og fer at meta um møguleikarnar fyri Føroyar í hesum høpi.Havyard Group er partur av sterka maritima tyssinum á vesturstrond Noregs.Tyssið fevnir um 12 sniðgevingarfyritøkur, 17 reiðaríir, 13 skipasmiðjur og 161 veitingarfyritøkur. Øll lið í virðisketuni eru við í tyssinum, hóast økið landafrøðiliga er lítið. Í Føroyum eru Geir Johan Bakke og Havyard Group serliga kend fyri at hava bygt frálandaskipini hjá føroysku fyritøkuni Skansi Offshore.
Anita Hoffer, er serfrøðingur innan CSR hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, har hon m.a. umsitur netverkið CSR Greenland. CSR Greenland var í 2010 stovnað av Air Greenland, Grønlandsbanken, Grønlands Arbejdsgiverforening, Royal Arctic Line og Kompetencekompagniet. Endamálið við stovnanini var at taka fatur á stóru sosialu avbjóðingunum í Grønlandi, at skapa sambond tvørturum vinnugreinar, og at fyrireika grønlendskar fyritøkur til tey CSR-krøv, sum verða sett fyritøkum innan ráevnisvinnuna. CSR Greenland hevur í dag 35 limafyritøkur. Anita Hoffer fer á Vinnudegnum at greiða okkum frá virkseminum og at koma við ítøkiligum dømum um, hvussu CSR fer fram í Grønlandi.
Skrá til Vinnudagin 2013 sæst her.
Vælkomin til Vinnudagin 2013 - melda teg til nú.