Um ein góðan mánað verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2017.
Á Vinnudegnum, sum í ár verður 15. september, fær føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað møguleika at hoyra spennandi fyrilestrar við fyrrverandi samtaksstjóranum í Kongsberg, Walter Qvam, sum nú er nevndarformaður í m.a. SINTEF og DIGITALNORWAY, Tommy Ahlers, íverkseta og dómara í sendingini Løvens Hule á DR, og Graham Stewart, stjóra í Faroe Petroleum. Eisini verður áhugaverd nýggj frágreiðing, sum lýsir føroyska kappingarføri, kunngjørd. Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið gjørt frágreiðingina.
Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 28. august, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Mánadagin 28. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2017.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 13. september 2017.
Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2017.