Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 25. september.

17. august. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Um ein góðan mánað verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2015.

Føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað fáa møguleika fyri at hoyra Kristin Skogen Lund, sum er stjóri í norska arbeiðsgevarafelagnum Næringslivets Hovedorganisasjon (NHO), Rúnar Reistrup, sum er stjóri í Depop og Jesper Bo Jensen, framtíðargranskara og stjóra í Fremforsk.

Afturat hesum spennandi fyrilestrahaldarunum verður eisini afturvendandi kjakið, sum vit vænta verður eins væleydnað og undanfarin ár.

Frá í morgin, týsdegnum 17. august, ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum í ár verður 25. september. Limir, sum melda til áðrenn 1. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.

Týsdagin 1. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2015. Tá verður eisini skráin til dagin almenn.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 23. september 2015.

Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2015.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)