Alment-privat samstarv, vinnumenning og hvussu klárar tú broytingar og mótgongd.
Tríggir spennandi fyrilestrar verða á Vinnudegnum 2010.
Fyrsti fyrilesturin verður um evni alment-privat samstarv, eisini nevnt public-privat partnership PPP.
Tað er Guðrið Weihe, sum er útbúgvin cand.scient.pol., sum hevur fyrilesturin. Hon hevur skrivað ph.d. ritgerð um týdning og praksis í almennum-privatum samstarvi.
Hon er føroyingur, men starvast dagliga hjá donsku ráðgevingarfyritøkuni COWI, har hon serliga ráðgevur innan alment-privat samstarv. Hetta slagi av samstarvi er ikki so væl kent í Føroyum, og á Vinnudegnum fer Guðrið Weihe at seta hetta slagi av samstarvi inn í føroysk viðurskifti. Komið verður inn á, hvat alment-privat samstarv er, hvørjir fyrimunir eru við tí, og hvørjir vansar eru við tí.
Hesin fyrilesturin er avgjørt viðkomandi fyri allar almennar og privatar aktørar, sum bjóða út og uppá uppgávur.
Fyrilesturin um vinnumenning og íverksetan er við Jørgen M. Clausen, sum er nevndarformaður í Danfoss, har hann eisini er fyrrverandi stjóri. Hann er nevndarlimur í Dansk Industri, nevndarformaður í DI Energibranchen og limur í danska globaliseringsráðnum umframt limur í fleiri øðrum nevndum.
Hann er sera virkin innan vinnumenning og íverksetan, og á Vinnudegnum heldur hann fyrilestur úr hesum sjónarhornunum, har hann hyggur eftir, hvørji møguleikar eru í Føroyum.
Ein heilt øðrvísi fyrilestur fáa vit frá Jamie Andrew. Hann er fjallaklintrari, sum var fyri eini álvarsamari vanlukku fyri nøkrum árum síðani. Eftir vanlukkuna hevur hann hildið fram sum fjallaklintrari hóast mótburðin, og er hann orsakað av hesum vorðin ein kendur fyrilestrahaldari, sum greiðir frá síni heilt serligu søgu. Hetta er ein søga um at klára mótgongd, broytingar og avbjóðandi tíðir, um at fáa tað mesta burturúr lívinum og altíð síggja tær positivu síðirnar. Ein søga, sum varpar øðrvísi ljós á lívið, sum gevur okkum motivatión til at røkka hægri.
Kanst tú koma upp á hægsta fjall í Evropa uttan hendur og føtur, kanst tú jú so mangt.