Spennandi ráðstevna um tilbúgving í Norðuratlantshavinum

06. juni. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Veðurlagsbroytingarnar hava við sær at skipaferðslan í Norðuratlantshavinum veksur. Nýggju siglingarleiðirnar norð um Russland og Kanada hava við sær búskaparligar møguleikar og nógv vaksandi ferðslan við cruiseskipum gevur eisini nógvar nýggjar møguleikar.

Eitt eru møguleikarnir, men hetta hevur eisini við sær økt krøv, ikki minst til tilbúgving á sjónum. Tilbúgvingin krevur eisini økt samstarv bæði regionalt og internationalt í økinum.
Hetta er orsøkin til, at Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið og NORA skipa fyri ráðstevnuni ”Søberedskab i Nordatlanten”.
Millum evnini, sum verða viðgjørd, eru millum annað nýggja avtalan, sum varð undirskrivað í Nuuk í mai mánaði. Føroyar hava eisini skrivað undir hesa avtaluna. Hvat merkir hendan avtalan, og hvørjar møguleikar gevur hon?
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 9. juni.
Lesið meira um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá NORA.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya