Á ársins Vinnudegi 2024, varð ársins Vinnuátak kosið. Ein samd dómsnevnd hevur í ár valt at geva heiðurin til Spírar og Sporar
Dirvi. Hugflog. Og ágrýtni.
Hesir eginleikar eru avgerandi fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar. Uttan dirvi, hugflog og ágrýtni hevði vinnuligi framburðurin í hesum landinum verið lítil.
Framfýsin fólk og fyritøkur eru ofta keldan til nýggj hugskot og nýskapan. Við teirra dirvi og hugflogi tora tey at bróta vanar og at síggja møguleikar, har onnur síggja avmarkingar. Hetta er grundleggjandi fyri at menna nýggjar vørur, tænastur og framleiðsluhættir, sum kunnu geva fyritøkum ein kappingarfyrimun og styrkja samfelagið og búskapin.
Heiðurin "Vinnuátakið" er ikki bert ein heiður fyri tað, ið er framt. Hann er eitt tekin um framtakshuga, umhugsni og ábyrgd. Átakið, sum í dag verður heiðrað, hevur víst framfýsni við eini djarvari, burðardyggari og slóðbrótandi hugsjón fyri framtíðina
Í føroyska málinum verður ofta víst á, at tað altíð hevur verið ein natúrligur partur av lívinum í Føroyum at gera okkurt sjálvur. Serliga okkurt til matna. Orðatakið ”Søtur er sjálvgivin biti” kunnu flest allir føroyingar kenna aftur. Hetta kemur ikki av ongum. Føroyingar hava altíð sjálvir drigið fiskin úr sjónum, rikið seyðin av fjøllunum og fleyga fuglin í bjørgunum. Og hóast illfýsna veðurlagið, hevur verið dyrkað og heystað mangt og hvat úr jørðini.
Hóast tað ongantíð hevur verið lættari at fáa hendur á júst tí tú hevur tørv á, nú ferða- og flutningsmøguleikarnir betrast í hvørjum, so eru greiðar ábendingar um, at rákið aftur er farið at venda.
Do It Yourself bylgjan, sum eggjar einum til at at dyrka og framleiða eitthvørt sjálvur, er framvegis háaktuel - eisini um ein kanska skalt royna fleiri ferðir, áðrenn tað riggar. Hetta hongur væl saman við ‘stuttflutt’ rákinum herheima, har vit síggja nógvar spírar, ikki minst innan matframleiðsluvinnnuna.
Vit hoyra javnan um alskyns matvøruframleiðarar, sum eru farnir undir at framleiða okkurt nýtt her í Føroyum. Eplir, røtur, grønmeti ella eitthvørt annað, og oftani er tað við at nýta modernaða laksaskrebu ella okkurt líknandi sum taðing. Eisini eru dømir um eitt nú nýmótans bakstur við aldargomlum súrdeiggi, sum sjálvsagt skal framhevja fjølbroyttar smakkir. Ella er tað eitt bryggjarí sum aftur hesa vikuna er fari undir at framleiða “oyna” nýggja øl.
At framleiða mat her í Føroyum hevur fleiri fyrimunir, bæði fyri samfelagið og umhvørvið. Hetta er serliga týdningarmikið í einum heimi, har umhvørvisligar og sosialar avbjóðingar gerast alsamt meira átrokandi. Við at framleiða mat í Føroyum kunnu vit minka um okkara tørv á matvøruinnflutningi, og hartil kunnu føroyingar við lokalt framleiddum rávørum fáa atgongd til feskari og meira heilsugóðan mat.
Sum dømi kann takast viðbrekna grønmetið, ið er lokalt framleitt, sum ikki nýtir langa tíð á vegnum, í luftini ella á sjónum, úr fjarskotnum londum til Føroyar, men heldur kann maturin verða seldur og etin, meðan hann framvegis er fullur av sínum náttúrligu vitaminum og smakki. Hetta kann eisini minka munandi um bæði burturkasti frá spiltum matleivdum, og um CO2-útlátið, sum stavar frá flutninginum úr øðrum londum. Innflutningur krevur jú bæði orku til flutning og eitt nú køling.
Hetta eru týdningarmiklar fortreytir, sum dómsnevndin í ár hevur havt við í grundgevingini fyri at velja ársins átak, har hetta hevur havt eitt serligt fokus í ár.
Ársins átak 2024 er seinastu tvey árini við hjálp av aldargamla framleiðsluháttinum væturøkt, eisini kent sum hydroponics, farið undir at framleiða alskyns sløg av grønmeti og kryddurtum so sum salat av ymsikum slag, batavia salat, dild, rosemarin, timian og persillu. Í Føroyum – heilt uttan eiturevnir. Hartil verður virksemið víðkað, og í komandi ári verður fari undir at framleiða millum annað soppar.
Við nógvari menning og nútímans tøkni, er væturøkt vorðin ein alsamt veksandi og týðandi partur av matvøruframleiðsluni kring heimin – og nú eisini í Føroyum! Væturøkt er ein háttur at dyrka plantur uttan mold, og hátturin brúkar umleið 80-90% minni vatn enn siðbundin landbúnaðarframleiðsla við mold. Hartil ger hydroponics tað møguligt at dyrka nógv meira og skjótari grøði á einum lítlum øki samanborið við vanligan landbúnað.
Og møguleikarnir eru nógvir, um vindur veruliga kemur í seglini. Á hendan hátt ber til at dyrka alskyns blómur, ber og røtur uttan í mun til veður og vind, sum vit jú í Føroyum jú altíð mugu hava atlit til. Dreymurin aftanfyri átakið er, at alt salat og annað viðbrekið grønmeti sum tørvur er á í Føroyum, skal verða framleitt í Føroyum - heilt uttan eiturevni.
Við støði í hesum hevur ein samd dómsnevnd valt Spírar og Sporar sum Ársins Átak 2024.