Spurningur má ikki setast við álit og trúvirði Føroya!

06. apríl. 2009 | Áskoðan

Ófriður valdar rundan um partvíst einskildu fyritøkurnar í Føroyum. Hetta er ikki nøktandi og er við til at skaða álitið á Føroyar sum íløguland og føroyskt vinnulív sum heild

Seinastu árini eru tvær føroyskar fyritøkur einskildar. Endamálið var at fáa privatar eigarar inn í fyritøkurnar og at loysa tað almenna frá sínum skyldum sum eigara av fleiri stórum fyritøkum.
Einskiljingarnar vóru nógv umrøddar, áðrenn avgerð var tikin um at fremja tær í verki. Við hesum avgerðum fylgdu ymsar fortreytir og ein ásannan av ymsum avleiðingum.
Tað tykist kortini nú sum, at annaðhvørt hava fortreytirnar ikki veri nóg greiðar, ella at politiska skipanin ikki vil kennast við avleiðingarnar, tí opið stríð hevur tikið seg upp millum almenna partaeigaran og privatu íleggjarnar.
Henda støðan er ikki haldbar í longdini, tí tað órógvar fyritøkurnar og ávirkar trúvirðið hjá landinum í samband við einskiljingar frameftir. Harafturat skaðar hetta eisini umdømið hjá Føroyum sum íløguland.
Uttan at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt ella skeivt í teimum tvídráttum, sum hava tikið seg upp, so metir Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera av alstórum týdningi, at álit aftur fæst millum partarnar.
Privatu íleggjararnir – bæði føroyskir og útlendskir, sum tóku av tilboðnum um at keypa, vístu fyritøkunum, landsins leiðslu og Føroyum álit. Álitið varð ítøkiliga grundað á ta einskiljingartilgongd, sum Løgtingið hevði samtykt og tær fyritreytir, sum seljarin kunnaði um. Men harafturat hava íleggjararnir eisini grundað sítt álit á, at Føroyar fóru at virða sínar nýggju samstarvsfelagar eftir vanligum íløgusiði fyri fyritøkur skrásettar á keypskálum í vesturheiminum.
Leiðreglur eiga at verða gjørdar, sum tryggja, at eingin ivi er um framferðarháttin, tá tað almenna selur av sínum ognum, og hvussu tað almenna umsitur sín ognarlut í feløgum, har privatir íleggjarar eiga størri ella minni part. Hetta uttan mun til, hvussu landsstýrið ella løgtingið er mannað.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)