Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru at hitta í Suðuroy í dag og í morgin

30. november. 2020 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Allar limir í Suðuroy eru vælkomnir ein túr framvið til kaffi og prát.

Í dag eru vit at hitta á Brim í Vági, og í morgin á Cafe MorMor á Tvøroyri. Vinnuhúsið skipar eisini fyri tveimum tiltøkum á Suðuroynni.

Sí nærri kunning í skránni fyri vitjanina niðanfyri.

Skrá:

Mánadag 30. november:

Kl. 14.00

Kunningartiltak um nýggju dataverndarlógina.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltaki um nýggju dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í Vinnuhúsinum.

Tiltakið verður á Salt á Tvøroyri. Les meira her

Týsdagin 1. desember:

Kl.8.00 - 15:30

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru á Cafe MorMor. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskifti, ella ávís evni innan tína vinnugrein.

Kl. 16.00

Kunningartiltak á Hotel Bakkanum.

Evnið er lønar- og setanarviðurskifti. Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu og broytingar, sum fyri kortum eru gjørdar innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Fyri at halda almennu tilmælini er neyðugt at boða frá luttøku á industry@industry.fo. 

Vitjanin í Suðuroy er partur av tiltakið, har Vinnuhúsið ferð kring oyggjarnar at vitja limir, skipa fyri kunningartiltøkum og at verða til taks við ráðgeving.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya