Depositphotos 395243392 XL

Starvsfólkatørvurin merkti dagsskránna tá Vinnuhúsið vitjaði SI/SA

19. juni. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið vitjaði í farnu viku síni systirfeløg í Íslandi, SI og SA. Avbjóðingarnar hjá Íslandi líkjast nógv teimum avbjóðingum vit hava í Føroyum, serliga hvussu vit tryggja nóg mikið av skikkaðum starvsfólki komandi árini.

Vinnuhúsið vitjaði í farnu viku síni systirfeløg í Íslandi, SI og SA. Tosað varð m.a. um karmarnar fyri at reka vinnu, og um vaksandi tørvin á starvsfólki komandi árini. Í íslandi er eisini stórur tørvur á starvsfólki, og starvsfólk við útlendskum uppruna telja uml. 20% av arbeiðsstyrkini. Mett verður, at hetta talið kemur at vaksa komandi árini, tí tað verður torført at fáa arbeiðsútboðið at vaksa millum íslendingar.

Stórur vøkstur er í sonevndum innovatiónsdrivnum fyritøkum í Íslandi, og kanningar vísa, at bara í tí sektorinum verður tørvur á uml. 9.000 serfrøðingum komandi fimm árini, um tað skal bera til at nøkta væntaða eftirspurningin. Bara til at viðlíkahalda verandi virksemi verður tørvur á 1.000 nýggjum serfrøðingum komandi fimm árini.

Eisini varð tosað um mest gagnligu karmarnar fyri at reka vinnu, og í Íslandi leggja tey stóran dent á, at tað skal vera lætt at reka vinnu (ease of doing business).

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya