Steinur omaná byrðu

20. desember. 2010 | Áskoðan

Ætlaðu hækkingarnar av el-prísinum eru steinur omaná byrðu hjá vinnuni, sum hevur ógvuliga trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Tað er ikki bara vanligi borgarin, men eisini vinnulívið, sum kemur at líða undir ætlaðu hækkingunum av el-prísinum.

Seinastu tíðina eru fleiri lógaruppskot løgd í tingið har økt verður um kostnaðarstøðið hjá vinnulívinum. Hækkingin av barsilsgjaldinum, tilfeingisskattur og oljuavgjald hava verið ávegis seinastu tíðina og sannlíkt er, at fleiri av hesum lógaruppskotum verða samtykt av løgtinginum fyri jól.

SEV hevur fyri kortum fráboðað hækking av el-prísinum komandi ár við 15 oyrum, umframt at útlit eru fyri, at el-prísurin fram til 2013 fer at hækka 15 oyrum um árið . Hetta er steinur omaná byrðu hjá vinnulívinum, sum hevur sera torført við at fáa endarnar at røkka saman. Í heilum frættist um húsagangir og uppsøgn av starvsfólki í fyritøkum, og hetta sýnist ikki at ávirka tey, sum taka avgerðir í politisku skipanini hjá landi og kommunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag óttast gongdina, og Jóhan Páll Joensen formaður í felagnum sigur við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum, “at tað er sera ørkymlandi, at atlit ikki verða tikin til vinnulívið í hesum tíðum, nú tørvur er á at fjálgað verður um tað vinnulív, sum er, og ikki øvugt”.
Avleiðingin av kostnaðarhækkinginum verður serliga stór í útjaðaranum, sum í forvegin hevur avbjóðingar við skuldartungum kommunum, fráflyting og høgum arbeiðsloysi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí, at SEV, kommunu- og landspolitikkarar um at umhugsa ætlaninar um hækking av gjøldum og prísum, og heldur at leggja seg eftir at betra um karmarnar fyri føroyskum vinnulívið.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya