Stjórar vænta framgongd

25. januar. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

41 prosent av 300 toppleiðarum rokna við, at umsetningurin fer at økjast komandi mánaðirnar. Hetta vísir úrslitið av einari danskari spurnakanning, ið varð kunngjørd leygardagin.

Aftan á, at ein tann ringasta búskaparkreppan í 100 ár blakaði nógvar fyritøkur fleiri ár aftur í tíðina, byrja nú meira jaligir tónar aftur at hoyrast á leiðslugongini hjá donskum fyritøkum. Hetta skrivar Berlingske Tidende.
41 prosent av teimum meira enn 300 toppleiðarum, sum hava svarað spurnarkanningini hjá Berlingske Tidende, vænta, at umsetningurin fer at økjast næstu 3 mánaðirnar.
Bjartskygnið er uppaftur størri, tá spurt verður um yvirskotið hjá fyritøkunum. Her roknar næstan helvtin av stjórunum við, at yvirskotið fer at vaksa.
“Eg merki heilt greitt eitt spírandi bjartskygni “, sigur Thomas Hofman-Bang, ið er stjóri í samtakinum NKT. “Fleiri og fleiri síggja nú, at marknaðirnir eru givnir at falla. Teir eru aftur komnir í eina javnvág, og tí skulu vit ikki longur alla tíðina hugsa um kreppuna, men kunnu í størri mun hyggja frameftir”, sigur Thomas Hofman-Bang.
Kelda: epn.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya