Størsti føroyski landabásurin á fiskavørumessu í Barcelona

02. mai. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flutti í ár úr Brussel til Barcelona. 9 føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar á føroyska landabásinum, sum í ár var tann størsti nakrantíð, og sum hevði fingið nýtt snið. Vinnuhúsið samskipaði aftur í ár føroyska landabásin.

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global varð hildin í døgunum 26.-28. apríl, eftir at hava verið avlýst í tvey ár á rað orsakað av korona. Føroyskir fiskaútflytarar og undirveitarar teirra vóru eisini í ár væl umboðaðir á fiskavørumessuni.

Messan varð í ár flutt úr Brussel til Barcelona, tí messan varð vorðin ov stór til umstøðurnar í Brussel.

Føroyski landabásurin var í ár víðkaður til 308 fermetrar, sum er tað størsta hann nakrantíð hevur verið. Landabásurin var plaseraður í fyrstu høllini aftaná høvuðsinngongdina, og hevði fingið nýtt snið. Sansir hevði sniðgivið básin.

Føroyskur landabásur hevur verið á Seafood Expo Global síðani hon byrjaði fyrst í hálvfemsunum, tá hon byrjaði sum ein lítil messa í Brussel. Fyrstu tíðina samskipaði Menningarstovan føroysku messuluttøkuna, men seinni árini hevur Vinnuhúsið samskipað føroyska landabásin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya