Stór framgongd í íslendskari ferðavinnu

09. desember. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í farnu viku visti Kringvarp Føroya at siga, at í løtuni stavar meginparturin av fremmanda peninginum í Íslandi frá ferðavinnuni. Tað vil siga, at higartil í ár er ferðavinnan í Íslandi vorðin størri enn fiskivinnan á hesum økinum. Vøksturin í ferðavinnuni var í fjør 19% og var hetta besta úrslit í Evropa.

Eisini er vorðið greitt, at EasyJet hevur stórar ætlanir fyri farleið teirra til Íslands í komandi ári. Felagið hevur nevniliga í hyggju at flyta 250.000 ferðafólk til og frá Íslandi í 2014. EaysyJet kom á íslendska marknaðin fyri bert 18 mánaðum síðani og flýgur frá Edinburgh í Skotlandi og London og Manchester í Onglandi. Ætlanin er at víðka um rutunetið til og frá Íslandi í næstum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya