Stór undirtøka á Ráðstevnuni um Burðardygga Bygging

29. november. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin var tann fyrsta ráðstevnan um burðardygga bygging hildin á Hotel Hilton og undirtøkan var framúr góð. Ráðstevnan gav góða ábending um, at tørvur er á fleiri slíkum tiltøkum í Føroyum.

Skráin hjá fyrilestrahaldarunum fevndi breitt, men var um somu tíð samanhangandi. Samanlagt nómu allir fyrilestrahaldararnir við øll trý liðini um burðardygd, sum fevna um umhvørvislig-, búskarparlig- og sosial viðurskifti í sambandi við bygging.

Samanumtikið varð serliga víst á ta álvarsligu ávirkanina, og tískil eisini ábyrgdina, byggivinnan hevur í mun til burðardygga menning av samfelagnum. Tað er serliga byggitilfarið ið skal vera brennidepilin, av tí at 75% av umhvørvisávirkani frá bygningum kemst av tilfarinum. Tí er hetta eisini eitt øki, sum hevur stóran møguleika fyri menning við sær. Ein møgulig loysn til at minka um umhvørvisávirkani frá byggitilfari er lívfrøðiligt byggitilfar, ið gevur møguleika fyri goymslu av kolevni. Ein tílík loysn bleiv víst til ráðstevnuna við eini modulbygging, ið nýtir stráð, træ og leir. Harafturat bleiv víst á, at hátturin til umvæling av bygningum, við varðveistlu og søgu sum brennidepil, kann gera sítt til at minka munandi um umhvørvisávirkanina frá nýtslu av tilfari og samstundis skapa serstakar bygningar ið geva mentanararv víðari.

Í tilgongdini til eina byggiverkætlan er eisini nógv at henta í mun til burðardygd. Til ráðstevnuna bleiv víst á hvussu avgerandi tað er við heildarhugsan, greiðum málum og góðum samspæl millum allar partar, um ynski er at hava burðardygd inn í eina byggiverkætlan. Tað kunnu nevniliga ofta finnast relativt smáar broytingar, ið geva eitt stórt meirvirði til íløguna sum heild, har eitt nú ein endurhugsan av tilfari og tøkni kann økja tað umhvørvisliga- og búskaparliga virði, meðan arkitekturur eisini hevur eginleika til at veruliga økja lívsvirði hjá menniskjum í og rundan um bygningum.

Ráðgevarafelagið, Føroyar Handverkmeistarafelag og Byggiharrasamtakið takka luttakarunum fyri framúr góða undirtøku á tiltakinum og vóna at ráðstevnan var hugvekjandi.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya