Stórar avbjóðingar hjá almenna grunninum Bústaðir

07. oktober. 2013 | Áskoðan

Áskoðan hjá Føroya Handverksmeistarafelag

Almenni grunnurin Bústaðir hevur boðað frá, at hann komandi árini ætlar at byggja fleiri hundrað leigubústaðir fyri at nøkta tørvin á hesum kring landið. Handverksmeistarafelagið heldur tað vera alla æru vert, at Bústaðir ætlar at gera nakað við vantandi útboðið av góðum leigubústaðum í Føroyum, so vit fáa fjøltáttað bústaðarmarknaðin.

Í seinastuni hevur stjórin í Bústøðum, Andras Róin, róð fram undir, at ætlanin møguliga er at innflyta hálvlidnar íbúðir úr Eysturevropa, tí føroysk byggivinna er ov dýr. Tað er eingin ivi um, at tað er dýrari at byggja í Føroyum enn á fastlandinum, men hetta er bæði galdandi fyri føroyskar og útlendskar fyritøkur.

Um tað var so, at tað er føroysk byggivinna, sum ikki er nóg effektiv, áttu útlendskar fyritøkurnar at vunnið øll tey byggiarbeiði, sum tær bjóðaðu uppá í Føroyum. Soleiðis er tað tíbetur ikki. Tilboðini hjá føroysku fyritøkunum eru oftast á sama støði, sum tilboðini úr útlandinum. Og botnlinjan hjá føroysku byggifyritøkunum vísir, at kappingin er hørð, og at avlopið frá byggiverkætlanunum sum heild ikki er nakað serligt.

Tað eru serligar umstøður, sum gera tað torførari og dýrari at byggja í Føroyum enn á fastlandinum, bæði viðvíkjandi veðurlag, tilgongd av byggitilfari, flutningskostnað o.s.fr. Og í mun til eysturevropa gjalda føroyskar fyritøkur starvsfólkunum eina nógv hægri løn. Tað er tí ikki so løgið, um tað í fyrstu atløgu er bíligari at byggja í Eysturevropa enn í Føroyum.

Tað sum kann tykjast løgið er, at tað almenna, sum ikki vil lova útlendskum handverkarum inn til Føroya, samstundis tosar um at senda almenn arbeiði av landinum til útlendskar handverkarar at gera. Um Bústaðir velur hesa kós, skal Handverksmeistarafelagið tó geva Bústøðum tey vælmeintu ráð at leggja stóra orku í at góðskutryggja tað, sum verður leverað, so tað hóskar til føroysk viðurskifti. Tí nógv dømi eru um miseydnaðar byggiverkætlanir, orsakað av vantandi kunnleika til føroyskt veðurlag og viðurskifti annars. Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta dømið um hetta.

Tað er ikki altíð so, at tað sum er bíligari uppá stutt sikt eisini er bíligari í longdini. Bíligasta loysnin er altíð at gera tað rætt frá byrjan. At noyðast at gera broytingar eftirfylgjandi, verður altíð dýrari í longdini. Og organiseraða føroyska byggivinnan er garanturin fyri, at tað verður bygt rætt frá byrjan í mun til føroyska veðurlagið v.m.

Føroya Handverksmeistarafelag fer at ynskja Bústøðum blíðan byr við bústaðarbyggingini, tí føroyska samfelagið hevur brúk fyri leiguíbúðunum. Langi bíðilistin hjá Bústøðum er fullgott prógv um hetta. Men ger arbeiðið ordiligt frá byrjan, so vit ikki um nøkur ár standa við enn einari byggigølu, har vantandi royndir í mun til føroyskt veðurlag o.a. hava forkomið einari annars skilagóðari ætlan.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L