2 (8)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Stórt vónbrot at arbeiðarafeløgini ikki vildu samráðast

07. juni. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður | Sáttmálasamráðingar

Hóast arbeiðarafeløgini høvdu sent út yvirlýsing um, at tey hesuferð vildu samráðast, var veruleikin í semingsroyndini ein annar. Tað var yvirhøvur eingin samráðingarvilji.

Semingsroyndin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini endaði í stórum vónbroti. Hóast almenna yvirlýsingin um samráðingarvilja, vísti semingsroyndin, at arbeiðarafeløgini ikki vildu flyta seg. Tvørturímóti vórðu krøvini herd.

”Tá forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum gjørdu sær tann ómak at senda út eina yvirlýsing um, at tey vildu samráðast, hildu vit, at tey meintu nakað við tað. Men har var eingin vilji at flyta seg yvirhøvur, og tað hava vit ongantíð upplivað í slíkari samráðing áður,” sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir alment boðað frá, at felagið hevur flutt seg, og er til reiðar at gera semju um eina søguliga høga lønarhækkan. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ein veruligan vilja at samráðast, treytað av, at arbeiðarafeløgini vilja gera tað sama. Tað nyttar ikki at seta seg við samráðingarborðið, um báðir partar ikki vilja flyta seg.

Men heldur enn at nærkast, vísti semingsroyndin, at arbeiðarafeløgini heldur høvdu flutt seg longri burtur frá arbeiðsgevarunum. Ófrávíkiligi krøvini hjá arbeiðarafeløgunum vóru hækkað síðani semingsmaðurin fór undir at tilevna fyrsta semingsuppskotið.

”Vit halda tað verða óseriøst og ábyrgdarleyst at senda yvirlýsing út, fyri síðani at gera tað øvugta av tí, man hevur signalerað. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so føla vit okkum hildin fyri gjøldur. Vit vita, at tað eru nógvir føroyingar, sum veruliga høvdu vónað, at semingsroyndin bar á mál, og vit kunnu bara harmast, at tað ikki eydnaðist. Men fortreytin fyri einari semju er, at mótparturin eisini vil samráðast og flyta seg, og tað var tíverri ikki støðan í hesari semingsroyndini.” sigur Niels Winther at enda.

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir