Billede2

Stórur áhugi fyri kunnandi tiltaki hjá Sjóvinnufelagnum

22. januar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Orka

Týsdagin í farnu viku skipaði Sjóvinnufelagið fyri kunnandi tiltaki samband við, at Rosebank feltið verður útbygt beint eystanfyri føroyska markið

Týsdagin 16. januar skipaði Sjóvinnufelagið fyri kunnandi tiltaki á Hotel Hilton Garden Inn. Tiltakið var gjørt í góðum samstarvi við FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur). Á tiltakinum greiddu leiðandi fólk frá stóra orkufelagnum Equinor frá stóru útbyggingini av Rosebank olju- og gasskelduni beint eystanfyri føroyska markið. Millum annað greiddi ovasti stjórin hjá Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner, frá virkseminum hjá Equinor bæði innan olju, gass og hartil eisini innan varandi orku.

Tiltakið var ætlað øllum, ið hava áhuga og tilknýti til føroyska sjóvinnu, og veitarar til sjóvinnuna í Føroyum. Staðfestast kann at áhugin er stórur, tí nógv fólk frá umleið 50 ymiskum fyritøkum luttóku, umframt fleiri politikar og onnur við tilknýti til vinnuna í Føroyum. Ferðalagið frá Equinor fegnaðist eisini um stóra áhugan frá føroysku sjó- og tænastuvinnuni fyri verkætlanini.

Eftir framløgurnar var møguleiki at seta spurningar, og eftir almenna tiltakið skipaði Sjóvinnufelagið eisini fyri kjaki millum limir felagsins.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya