Depositphotos 477691394 Xl

Stórur áhugi í GDPR

04. mars. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í februar skipaði Vinnuhúsið, saman við Dátueftirlitinum, fyri skeiði í GDPR fyri limafyritøkum í Vinnuhúsinum. Øll 4 skeiðini vóru fullteknað.

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, greiddi á skeiðnum frá dátuverndarlógini og hvat skal til, fyri at dátuverndarlógin verður hildin. Limafyritøkurnar fingu vegleiðing og amboð til at byrja sítt arbeiði við GDPR og víst varð í tí sambandi á 7 umráðandi stig til at halda dátuverndarlógina. Skeiðini vórðu hildin í Saltangará, Klaksvík og tvey í Havn. Seinni í ár verður skipað fyri skeiði í Suðuroy.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya