Stórur tørvur á eini útreiðslunevnd

15. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Dansk Industri skjýtur upp, at ein útreiðslunevnd við serfrøðingum verður sett at gera eitt katalog fyri, hvussu almennu útreiðslurnar kunnu trimmast. Endamálið er, at tær almennu kjarnuuppgávurnar verða loystar í altjóða serflokki samstundis við, at tann almenna samlaða fíggjarætlanin verður minni.

Í mun til tær almennu útreiðslurnar er í Danmark tørvur á at fáa vent útreiðslunum móti vakstarfremjandi tiltøkum á t.d. veðurlags-, útbúgvingar- og granskingarøkinum. Við øðrum orðum: DI eftirlýsir ein tilvitaðan politik á teimum raðfestingunum, sum skulu takast av politikarum, men sum hava víst seg at vera ringar at taka.
“Tí ynskja vit í DI, at ein útreiðslunevnd við serfrøðingum skal koma við einum boði uppá, hvussu almennu útreiðslurnar best kunnu trimmast,” sigur Ole Krog, varastjóri í DI.
Bakgrundin er, at Danmark væntandi fer at hava undirskot á almennu fíggjarætlanini tey næstu nógvu árini. Men eisini at stjórnin ikki enn hevur tikið avgerðir um, hvørji ítøkilig tiltøk skulu setast ígongd fyri at tryggja javnvág í 2015.
Arbeiði hjá nevndini skal taka støði í hesum trimum tilgongdunum:
1.   Hvørjar uppgávur eiga ikki longur at vera almennar og tí heilt eiga at forsvinna av almennu fíggjarætlanini? Hetta eru uppgávur, har tað t.d. ikki longur eru serliga býtispolitisk atlit at taka, ella har tað í dag eru møguleikar fyri einum privatum marknaði.
2.   Hvørjar almennar uppgávur eiga antin av fíggjarorsøkum ella av atferðarorsøkum at vera lutvíst brúkarafíggjaðar?
3.   Hvørjar almennar uppgávur eiga í hægri mun at verða framdar av privatum, so tað almenna kann miðsavna seg um at lýsa uppgávur, fíggja, bíleggja og hava eftirlit við uppgávunum?
Kelda: di.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya