10. november kl. 15.00 verður stovnandi aðalfundur í Vinnuhúsinum í sambandi við, at Føroykst-Íslendskt handilskamar verður stovnað.
Fyrr í ár skrivaðu Viðskiftaráð Islands og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir yvirlýsing um, at stovnað verður føroyskt- íslendskt handilskamar til heystar. Fyrireikingarnar eru nú komnar á mál og kallað verður inn til aðalfund 10. nov. kl. 15.00.
Allar fyritøkur, feløg, stovnar og einstaklingar, sum hava áhuga í at vera við til at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Ísland eru vælkomin at melda seg inn í handilskamari. Tilmeldingarskjal kann takast niður her.
Limagjaldið í føroyska-íslendska handilskamarinum er 800 kr fyri einstaklingar, 2.500 kr fyri fyritøkur við minni enn 50 starvsfólkum og 3.500 kr fyri fyritøkur við fleiri 50 starvsfólkum.
Í sambandi við stovnanina av handilskamarinum, er eisini ein búmerkjakapping, les meir um tað her.
Føroya Arbeiðsgevarafelag Viðskiptaráð Íslands
Marita Rasmussen Kristin S. Hjálmtýsdóttir

