Stovnsetan av ferðavinnufelagi

07. juli. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein arbeiðsbólkur við umboðum innan føroysku ferðavinnuna er saman við Vinnuhúsinum í gongd við fyrireikingarnar til stovnan av einum vinnufelagið fyri føroysku ferðavinnuna.

Endamálið við felagnum er m.a. at fáa eina felags rødd fyri føroysku ferðavinnuna. Harumframt er ætlanin, at felagið skal virka fyri einum felags forum fyri ferðavinnuna, førleikamenning, betring av vinnumøguleikunum, samskipan av marknaðarføring, menning av góðsku- og umhvørvistilvitan og mangt annað.
Felagið fer vónandi at virka sum ein góður hugskotsgevi hjá m.a. Samvit og myndugleikum annars, sum varða av ferðavinnuni.
Limir í felagnum verða privatar føroyskar ferðavinnufyritøkur.
Stovnandi aðalfundur verður 31. oktober 2008. Áðrenn fundin verður temadagur fyri ferðavinnuna, har m.a. eitt umboð frá íslendska ferðavinnufelagnum SAF kemur at greiða frá, hvussu ferðavinnufelagið í Íslandi arbeiðir. Skráin fyri tiltakið verður klár í august mánaða og tá verður eisini møguligt at melda seg til.
Ferðavinnutiltakið 31. oktober er alment og øll við áhuga fyri ferðavinnuni eru vælkomin. Arbeiðsbólkurin vónar, at øll innan føroyska ferðavinnu fara at taka lut í degnum.

Annað á breddanum

  1. Ferðavinnan á økisvitjan í Havn

    Hósdagin 13. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn fyri økisvitjan í Havn

    27. Januar. 2025 | Ferðavinna
    Økisvitjan Tórshavn Vika 5
  2. Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya skipara- og navigatørfelag hava handað krøv

    Mánadagin 20. januar byrjaðu samráðingarnar fyri skiparar og navigatørar á handilsskipum, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini til samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.

    27. Januar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum RFH Og FSN (Vika 5)
  3. Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera?

    Seinastu trý árini er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið túsund fólkum, meðan tað privata vinnulívið nærum stendur í stað. Hetta er ein álvarsom gongd, tí hvør skal fíggja hetta, og eru vit vís í, at økt almenn starvssetan gevur okkum betri vælferð?

    27. Januar. 2025
    6Quueoop