Stuðulsfrí vinna er leiðin fram

18. juni. 2009 | Áskoðan

Nú kjak hevur tikið seg upp um studning til vinnu, ger Føroya Arbeiðsgevarafelag greitt, at hetta er ikki eitt nýtt sjónarmið hjá felagnum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur við grundarlagi í vinnupolitikki felagsins heilt frá 1990’unum havt tey sjónarmið galdandi fyri alla føroyska vinnu, at tað er avlagandi at lata vinnuni studning. Málið er, at vinnan skal gerast stuðulsfrí og kappingarfør mótvegis umheiminum og virka undir tryggum og kendum kørmum.
Í 1992, tá handilssáttmáli varð gjørdur við ES, gekk Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við Føroya Handverksmeistarafelag undan fyri at avtaka studning til føroyska vinnu. Tollverjur vóru tá fyri heimavinnuna, og munandi upphæddir vórðu veittar í stuðli.til vinnuna. Sjónarmiðið var og er framvegis, at tað ikki er skilagott at verja vinnu við tolli ella at lata vinnu studning til rakstur ella íløgur.
Í vinnusjónarmiðum felagsins, sum vórðu givin út í bóklingi í 2002, vórðu somu sjónarmið borin fram. Hetta er framvegis vinnupolitikkur Føroya Arbeiðsgevarafelags.
Føroyska alivinnan hevur í tveimum umførum verið í djúpari kreppu, og fyri fáum árum síðani var støðan hjá alivinnuni, at marknaðarprísurin á alifiski als ikki stóð mát við framleiðslukostnaðin. Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við alivinnuni havt ta áskoðan, at neyðuga tillagingin av vinnuni ikki kann fara fram, um studningur verður latin. Henda tilgongdin hevur verið sera svár fyri mong, men eru tillagingar av eini vinnugrein neyðugar, mugu tær gerast.
Ikki eru mong ár síðan, at politiska skipanin tók stig til at stuðla rækjuflotanum við munandi upphæddum. Hetta varð gjørt við trúnni uppá, at hesar 20 mió. kr. fóru at bjarga rækjuflotanum, sum var ógvuliga illa fyri fíggjarliga. Veruleikin er, at tað einasta, sum kom burtur úr hesum átaki, var, at nakrir kredittorar komu heldur frægari burtur úr húsaganginum. Eisini í hesum føri mælti Føroya Arbeiðsgevarafelag frá, at slík loysn varð vald, og grundgevingin var tá sum nú, at tað er neyðugt, at vinna tillagar seg broyttar umstøður.
Í løtuni er føroyska handverksvinnan undir sera stórum trýsti. Eftirspurningurin eftir tænastum frá byggivinnuni er minkaður munandi, og útlendskar fyritøkur fáa arbeiðini um landið. Avleiðingin er, at fyritøkur steðga, og fólk gerast arbeiðsleys. Hóast støðan er álvarsom, metir Arbeiðsgevarafelagið ikki, at tað er rætt at geva hesum parti av vinnuni studning.
Vísast kann annars á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við sokallaðu fiskavirkisskipanini og heldur, at henda skipan eigur at takast av. Somuleiðis hevur Arbeiðsgevarafelagið víst á í vinnusjónarmiðunum frá 2002, at flutningsstuðulin er óheppin og avlagar flutningsmynstrið fyri fisk. Sannroynd er, at eftir, at skipanin við flutningsstuðli kom, hava flutningsfeløgini miðsavnað fráferðirnar frá meginøkinum í Føroyum og sigla ikki í sama mun um landið at heinta vøru til útflutnings.
Stuðul til ávísar partar av vinnuni hevur ávirkan bæði á samfelagið sum heild, men eisini á aðrar vinnur. Føroya Arbeiðsgevarafelag umboðar meginpartin av føroyskari vinnu, og metir tað tí ikki bert sum sín rætt, men eisini sum sína skyldu at boða frá sjónarmiðum felagsins í hesum sambandi. Felagið Trolskip hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at felagið sær nakrar møguleikar fyri tillagingum. Hetta er at fegnast um og vísir vilja til at taka ábyrgd.
Víst verður annars til ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelags 2008 og bóklingin "Karmar fyri føroyska vinnu" frá 2002.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L