Nøkur góð ráð til arbeiðsgevarar
Hetta er tíðin, tá feriuavloysarar verða settir, og nógv ungfólk fáa sínar fyrstu royndir á arbeiðsmarknaðinum.
Í hesum sambandi eru niðanfyri nøkur viðurskifti at minnast til, so tey ungu fáa so góða arbeiðsbyrjan sum møguligt. Tað er gjøgnum hesar fyrstu arbeiðsroyndirnar, at tey ungu skulu fáa eina góða barlast til restina av arbeiðslívinum.
Setanarprógv
Um tey ungu eru sett at arbeiða fleiri enn 8 tímar um vikuna og longri enn 1 mánaða, skulu tey hava setanarprógv. Fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag liggja leistir til setanarprógv á heimasíðu okkara http://www.industry.fo
Løn
Tey flestu av teimum ungu starvast innan øki hjá arbeiðarafeløgunum ella hjá S&K. Hjá arbeiðarafeløgunum eru serliga lønarásetingar fyri ung undir 17 ár og hjá S&K fyri ung undir 18 ár. Lønartalvurnar eru tøkar her: http://www.industry.fo
Feriuløn, eftirløn og onnur gjøld
Løn til ungar feriuavloysarar skal viðgerast eins og onnur løn. Tað vil siga, at øll gjøld skulu rindast av lønini, sáttmálaásett eftirløn skal rindast av lønini og feriuløn flytast í Frítíðargrunnin.
Upplæring
Av tí at fleiri av hesum ungu ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum fyrr, er týdningarmikið at tey fáa eina góða upplæring. Hetta er sjálvsagt galdandi í mun til at gera neyðuga arbeiðið rætt, men eisini í mun til trygd á arbeiðsplássinum. Tað kann tí vera neyðugt at geva sær far um, hvørjar uppgávur tey ungu kunnu verða sett at gera. Serligar reglur eru í kapittul 9 í Arbeiðsumhvørvislógini um ung undir 18 ár.
Arbeiðstíð
Tey ungu kunnu sum útgangsstøði fylgja somu arbeiðstíðum sum hini á arbeiðsplássinum. Tó eru serligar reglur um longd á arbeiðsdegi og náttararbeiði í kapittul 9 í Arbeiðsumhvørvislógini.
Ung undir 15 ár
Sambært Arbeiðsumhvørvislógini kunnu ung undir 15 ár sum útgangsstøði ikki arbeiða. Tó kunnu ung millum 13 og 15 ár hava lættari arbeiði.
Týðilig leiðsla
Tað er týdningarmikið fyri tey ungu, sum fyrstu ferð koma á arbeiðsmarknaðin, at tey fáa greið og ítøkilig boð. Tað er ikki vist, at tey vita, hvat verður væntað av teimum, og tí er týdningarmikið, at tey fáa tað at vita. Leiðsla og vaksnir starvsfelagar eiga at vera ein góð fyrimynd hjá hesum ungu.